Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 23. oktober 2018
Starvslesandi í Vinnuhúsinum
Ert tú lesandi, og hevur tú áhuga í at kunna teg um ávís vinnuøki í sambandi við tín lestur og fáa royndir innan føroyska vinnulívið? So kanst tú søkja um at koma í starvsvenjing í Vinnuhúsinum.

 

Tann starvslesandi fær eina høvuðsuppgávu at loysa, sum er tengd at fakligu bakgrundini hjá viðkomandi og tørvinum hjá Vinnuhúsinum. Vinnuhúsið fevnir um nógv ymisk feløg og arbeiðslagið er sera fjølbroytt. Sostatt kemur tann starvslesandi at takast við fleiri ymiskum uppgávum.

 

Les lýsingina her.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi