Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 23. oktober 2018
Føroya Handverksmeistarafelag: Viðmerkingar til tíðindini um dýrari politistøð
Í Kringvarpi Føroya hevur seinastu dagarnir verið skrivað og útvarpað um, at nýggja politistøðin í Tórshavn er seinkað og dýrkað. Orsøkin skal vera at føroyskar byggifyritøkur ikki vóru áhugaðar í verkætlanini. Hetta er beinleiðis ósatt.

 

Føroya Handverksmeistarafelag vil staðiliga vísa á, at føroyskar byggifyritøkur vístu verkætlanini áhuga. Men trupulleikin var, at útboðið ikki bleiv skipað samsvarandi føroyskari lóg, reglum og mannagongdum og harvið dalaði áhugin at søkja um undangóðkenning. Føroya Handverksmeistarafelag gjørdi Bygningsstyrelsen vart við trupulleikan og heittu á hesi um at skipa útboðið eftir føroyskum reglum, men tað ynsktu tey ikki.

 

Heldur enn at lurta, tillaga og skipa útboðið eftir føroyskari lóg, treytum og mannagongdum, so ásetti Bygningsstyrelsen licitatiónina at verða í Danmark, og harvið varð tað danska lógarverkið sum var galdandi fyri útboðið. Hetta viðførdi, at føroyskar fyritøkur mistu áhugan.

 

Eisini varð verkætlanin skipað sum eitt sokalla funktiónsútboð, har byggifeløgini skuldu liðugtprojektera stórar partar av veitingunum. Hesin leisturin hevur stóran váða við sær, bæði tá verkætlanin skal príssetast og tá hon skal fremjast. Bygningsstyrelsen hevur áður nýtt henda útboðsháttin, eitt nú í sambandi við statsfongslið í Nuuk, har stórir trupulleikar hava verið og har stórar ósemjur hava hótt verkætlanina og teir aktørar sum hava verið partur av henni.

 

Sostatt var ótrygg verkætlan saman við, at útboðið ikki varð skipað í tráð við føroysku útboðslógina, orsøkin til at føroysku byggifeløgini ikki vildu bjóða. So at siga at føroysk byggifeløg ikki vístu verkætlanin áhuga, og at hetta skal verða orsøkin til at verkætlanin er vorðin dýrari er beinleiðis skeivt og villeiðandi. 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi