Tíðindi: Inn- og Útflutningur Ι 29. oktober 2018
Marknaðarfrágreiðingar frá 30 londum
Dansk Erhverv hevur á síni heimasíðu eitt yvirlit yvir marknaðarfrágreiðingar frá 30 ymsum londum.

 

Samhandil við útlandi er tengdur at fleiri ymiskum viðurskiftum so sum framleidni, lønargongd, skattatrýsti, tollsatsum, handilsforðingum og valutakursum.

 

Marknaðarfrágreiðingarnar sum liggja á heimasíðuni hjá Dansk Erhverv seta fokus á tollsatsir, handilsforðingar og valutaviðurskifti.

 

Í marknaðarfrágreiðingunum hava ymiskir serfrøðingar tikið samanum møguleikar og avbjóðingar sum tað at verða virkin á útlendskum marknaðum hava fyri eina fyritøku, m.a. búskaparlig lyklatøl, handilsviðurskifti, marknaðarmøguleikar og tollverju.

 

Gjøgnumgangandi hava allar frágreiðingarnar relevantar upplýsingar um viðurskifti sum eru viðkomandi fyri fyritøkur sum handla við ella gera íløgur í útlandinum.

 

Sí yvirlit yvir marknaðarfrágreiðingar frá 30 londum her.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi