Tíðindi: Hoyringssvar Ι 12. desember 2018
Til ummælis: leingjan av rættinum til barsilspening

 

Uppskot til broyting í barsilsslógini (leingjan av rættindum til barsilspening)

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Hoyringssvar: Broyting í løgtingslóg um barsilsskipan­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Víst verður til teldubræv tykkara, sent okkum 15. november 2018, har broytingar í løtingslóg um barsilsskipan verða sendar til hoyringar.

 

Enn einaferð verður eitt uppskot til broyting í løgtingslóg um barsilsskipan sent til hoyringar. Seinastu 10 árini er Barsilslógin broytt í meðal eina ferð um árið. Endamálið við broytingini hesuferð er at leingja barnsburðarfarloyvið. Tað er ikki meira enn eitt gott ár síðani, Føroya Arbeiðsgevarafelag skrivaði eitt hoyringsskriv til eina líknandi broyting. Tann broytingin kom í gildi 20. december 2017, styttri enn eitt ár síðan.

 

Sum nevnt í hoyringssvari okkara frá 20. oktober 2017, so metir Føroya Arbeiðsgevarfelag, at tíðin er komin til at taka alla barsilsskipanina upp til eina heildarviðgerð, har hugt verður eftir, um tørvur er á at gera skipanina meiri liðiliga, ístaðin fyri áhaldandi at gera smærri broytingar við stuttum millumbilum.

 

Hetta er framhaldandi okkara støða.

 

Tað undrar okkum harafturat, at til ber at koma við áhaldandi broytingum, sum hava øktar útreiðslur við sær, uttan at hetta krevur eykað inngjald. Sum áður nevnt, má hetta antin merkja, at ov nógv hevur verið goldið inn í skipanina higartil, ella at ov lítið verður sett til síðis til verri tíðir. Vit meta ikki, at grundgevingarnar í viðmerkingunum er nóg útgreinaðar í mun til mótstøðuførið hjá grunninum.

 

Til ítøkiliga uppskotið hesuferð verður í viðmerkingunum sagt, at javnstøðupolitikkur skal raðfestast høgt, og at samgongan hevur sett sær fyri, at styrkja javnstøðuna millum kynini. Víst verður til átak 17 í virkisætlanini Javnstøðupolitikkur – tí tað loysir seg hjá Almannamálaráðnum.

 

Hetta er sambært viðmerkingunum orsøkin til, at barnsburðarfarloyvi skal leingjast við 2 vikum, og at onnur skal vera til pápan burturav.

 

Vit eru ikki samd í, at hetta er eitt stig á javnstøðuleið. Javnstøðunevndin hevur áður víst á, at hagtøl úr grannalondum okkara vísa, at páparnir taka tað barsil, sum serliga er markað til teir. Tað vil siga, at í hesum førinum taka teir aðra vikuna, og tað vil so aftur siga, at helst tekur mamman hina vikuna, og verður sostatt longri vekk av arbeiðsmarknaðinum. Og sum tað eisini verður sagt í virkisætlanini um javnstøðu millum kynini, so verður støðan hjá kvinnum verri, so hvørt tær eru longri vekk av arbeiðsmarknaðinum enn menn – lønargjógvin verður størri. 

 

Hóast Føroya Arbeiðsgevarafelag grundleggjandi gongur inn fyri, at foreldur sjálvi sleppa at býta barnsburðarfarloyvi sínamillum, so ásannar felagið tó, at um broytingar í barsilsskipanini veruliga skulu gera mun, tá tað til javnstøðu kemur, so skulu allar vikur, sum verða lagdar afturat barsilsskipanini, markast til pápan. Hetta er eisini í tráð við tað, sum stendur í virkisætlanini hjá Almannamálaráðnum.

 

Tíðin er komin til, at landsstýrið saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum tekur alla lógina upp til eina heildarviðgerð og gevst við at gera smærri broytingar her og har. Verður hugt eftir átaki 17 í nevndu virkisætlan, so verður júst víst á, at samstarvspartar í mun til barsilslógina eiga at vera Lønardeildin, Føroya Arbeiðsgevarafelag og fakfeløgini.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur sostatt ikki undir við at gera enn eina broyting í barsilslógini og metir, at grundgevingarnar undir broytingini eru heldur veikar.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi