Tíðindi: Hoyringssvar Ι 12. desember 2018
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um afturlatingartíðir fyri handlar til hoyringar

 

Sent Føroya Arbeiðsgevarafelag og Handilsvinnufelagnum til hoyringar. Hoyringsfreistin er sett til týsdagin 18. desember 2018.

 

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um afturlatingartíðir fyri handlar til hoyringar

 

Svar frá Handilsvinnufelagnum

Viðv. Uppskot til broyting í afturlatingarlógini­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

Víst verður til teldupost frá 27. november, har uppskot til ll. um broyting í ll. um afturlatingartíðir fyri handlar, verður sent Handilsvinnufelagnum til hoyringar.
 

Yvirskipaðar viðmerkingar

Grundhugsanin hjá Handilsvinnufelagnum er, at verandi lóggáva í stóran mun er nøktandi. Núverandi skipan hevur verið í gildi í mong ár, vinnan hevur lagað seg til hana, og hon hevur víst seg at rigga væl og mett verður ikki, at tørvur er á stórvegis broytingum. Summir handlar, sum hava møguleika fyri tí, hava opið sunnudagar og aðrir ikki. Starvsfólkatrot er í vinnuni, og tað skal metast væl um, hvørt lønsemi er í at hava opið sunnudag.

 

Ampi er tó av ásetingini í grein 2 stk. 4 í galdandi lóg, sum snýr seg um heimildina hjá kommunustýrum at loyva handlum at hava opið á stevnum og undir størri fremmandavitjanum.  Hugtøkini ‘størri fremmandavitjanir’ og ’stevnur’ eru ov ógreið og ynskjast tí nágreinað ella umorðað, soleiðis at tey fevna um ta siðvenju, sum er galdandi á økinum í dag. Í dag hava vit jú festivalar, mentanarvikur, tunnilsdagar, mammu- og pápadagar og fleiri stórar innkeypsdagar í jólamánaðinum fyri at taka nøkur dømi. Siðvenja er, at loyvi til tílík tiltøk verða givin sambært grein 2 stk. 4, men tørvur er á greiðum ásetingum, nær søkt kann vera um undantak ella við øðrum orðum, nær undantak kann vera givið. Ein møguleiki kundi verið at víðka heimldina hjá kommununum, soleiðis, at tær sjálvar gera av, nær tær geva serloyvir.

 

Skal liberaliserast, liberaliserið so alla lógina
Umframt tey, ið verða positivt nevnd í galdandi lóg, heimilar fyriliggjandi lógaruppskot bert matvøruhandlum óansæð stødd at hava opið, tá ið teimum lystir. Handilsvinnufelagið er av teirri áskoðan, at um farið verður í holt við at liberalisera afturlatingarlógina, eiga øll handilsrekandi at verða sett javnbjóðis, og tað eigur tí at standa øllum frítt at hava opið sunnudag uttan mun til, um tú selur gerandisvørur ella aðrar vørur. Stóru gerandishandlarnir hava í dag eitt breitt vøruúrval, sum umframt gerandisvørur kann fevna um eitt nú klæði, búnýti, leikur, súkklur osfr.

 

Tað vil tískil verða kappingaravlagandi, um bert handlar, ið selja gerandisvørur, óansæð stødd, fáa møguleika fyri at hava opið sunnudagar. Heldur eigur at verða heimilað øllum handlum somu møguleikar. Endamálið við uppskotinum er jú at javnseta allar smásølur, og verður avmarkingin í fermetratali avtikin, verður ójavnin bert fluttur frá gerandishandlunum út í vinnugreinina.

 

Vísast kann á, at í Danmark er afturlatingarlógin avtikin, og at har er økið nú regulerað av eini nýggjari halgidagslóg. Føroyska halgidagslógin er gomul og ótíðarhóskandi. Verður fyrliggjandi lógaruppskot samtykt fer afturlatingarlógin at skapa eina ójavna kapping í vinnugreinini. Spurningurin er, um tað ikki vildi verið rættari at sett spurningin um afturlatingartíðir í eina størri heild og arbeitt við at gjørt eina nýggja halgidagslóg og latið hana regulera økið.

 

Ongar afturlatingartíðir á netinum

Havast skal í huga, at ein stórur partur av søluni fer fram á netinum. Fleiri føroyskir handlar hava nethandlar, men tað er eingin loyna, at føroyska handilsvinnan hevur avbjóðingar við vaksandi talinum av pakkum, sum koma inn í landið toll- og mvg-frítt. Hetta hevur Handilsvinnufelagið víst á í fleiri umførum, og tað er neyðugt, at stig verða tikin til at tryggja javnbjóðis kapping á tí økinum eisini, sum tað er gjørt í grannalondum okkara.  Vinnan ynskir javnbjóðis kappingartreytir - bæði heima og mótvegis útheiminum.

 

 
Ítøkiligar viðmerkingar til fyriliggjandi uppskot

 

Til § 1, nr. 2
Í staðinfyri at geva heimild til at hava opið sunnudagar í jólamánaðinum, eigur heimild at verða givin øllum handlum at hava opið allar sunnudagar alt árið. Væntast kann ikki, at allir handlar í landinum fara at hava opið sunnudag, men handlarnir eiga sjálvir at hava møguleika fyri at avgera, hvørjar sunnudagar teir velja at hava opið, til dømis tá talan er um mentunar átøk ella staðbundin tiltøk sum eitt nú bátafestivalar o.l. 

 

Til § 1, nr. 3
Um ætlanin er at liberalisera lógina, er tað týdningarmikið, at tað stendur øllum handlum frítt at hava opið sunnudag, ikki bert handlum, sum í mestan mun selja gerandisvørur. Sum nevnt í yvirskipaðu viðmerkingunum er tað ikki nóg mikið bert at avtaka avmarkingina í fermetratali, tí tá verður ójavnin bert fluttur frá stórum og smáum gerandishandlum út í alla vinnugreinina.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi