Tíðindi: Hoyringssvar Ι 04. mars 2019
Uppskot til kunngerð um tónleikaútflutningsstovu til hoyringar

 

Sent Vinnuhúsinum til hoyringar. Hoyringsfreistin er sett til mánadagin 4. mars 2019

 

Uppskot til kunngerð um tónleikaútflutningsstovu til hoyringar

 

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

Uppskot til kunngerð um tónleikaútflutningsstovu­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki yvirskipaðar viðmerkingar til kunngerðina. Víst verður til viðmerkingarnar til lógaruppskotið um, har felagið ikki hevði viðmerkingar.

 

Ítøkiliga vilja vit tó viðmerkja:

Til § 6 sum ásetur “Skrivstovuhaldið er hjá Vinnuframa, sum m.a. skal taka sær av bókhaldsviðurskiftunum og roknskaparviðurskiftunum hjá filmshúsinum. Stýrið gevur skrivstovuni nærri boð um skrivstovuhaldið”. Her má verða ein feilur og rættast er nokk, at í staðin fyri ... “hjá filmshúsinum” verður skrivað ... “hjá tónleikaútflutningsstovuni”.

 

Somuleiðis at orðingin “at skrivstovuhaldið er hjá Vinnuframa” verður umhugsað, soleiðis at tað í staðin stendur t.d. “at skrivstovuhaldi er hjá øðrum vinnuframastovni” hetta fyri at sleppa undan at broyta ásetingina um so er, at Vinnuframi skiftir navn ella man kemur eftir, at annar vinnuframastovnur er betri hóskandi til skrivstovuhaldið.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi