Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 25. mars 2019
Jórunn er tvífaldur FM vinnari
Í sera harðari kapping hevur tað tvær ferðir eydnast henni at vinna FM fyri handverkslærlingar.

 

 

Tá ið FM-vinnarin innan hárfríðkan skuldi finnast, á Torginum í SMS 1. mars, var niðurstøðan hjá dómarunum trupul at koma fram til: Støðið í kappingini var høgt og javnt – so mikið javnt, at tað bert vóru fá stig millum fyrsta og annað pláss. Men hóast hetta, so tordi vinnarin at fara burtur frá tí vanliga og gera nakað øðrvísi. Avrikið var flott, eygafangandi og fantasifult, somuleiðis var góð symmetri í klippingini, styling og make-up. Samanumtikið var avrikið sera væl gjøgnumført og kreativt, og vinnarin førkaði seg útum tað trygga og kenda.

Jórunn Sofusardóttir á Gravarbø er í læru sum hárfríðkari, hon býr í Klaksík og byrjaði sína lærutíð hjá Salong Evoke. Jórunn er tvífaldur vinnari av FM fyri handverkslærlingar, bæði í 2017 og 2019 gjørdist hon vinnari. Her setir Jórunn orð á hvussu tað var at luttaka í FM, hóast hon er í barsil, hvat hon helt um uppgávurnar og kappingarstøðið millum luttakararnar innan sítt fak og hví hon valdi at fara undir yrkisútbúgving.


- Tá eg hoyrdi at FM fór at vera aftur, hugsaði eg, at tað hevði verið skeg at verið við aftur. Men tá var tað so langt frammi í tíðini, og eg visti at eg var í barsil tá, so eg hugsaði faktist, at tað fór nokk ikki at ganga, og helst við einum so lítlum barni. Men tíðin nærkaðist til FM og tá eg so fekk møguleikan at luttaka, ivaðist eg ikki.

- Tað var eitt gott upplivilsi, eitt sindur annaleiðis enn seinast [í 2017], tí nú hevði eg eisini sonin at hugsa um, men vit fingu so góða hjálp frá m.a. Vinnuhúsinum, at tað gekk sum smurt. Enn eitt fantastiskt upplivilsi.

- Eg haldi at uppgávurnar vóru góðar og spennandi, sjálvt um eg faktist ikki havi klipt so nógv, hvørki mannfólki ella konufólki, so haldi eg tað var á einari góðari leið. Eg var mest nervøs um mannfólkaklippingina, tí tað havi eg ikki ordiliga lært enn. Háruppsetan føli eg, at eg havi stýr á, tað er tað mær dámar best. Har føli eg, at eg kann vísa míni evnir fram – og tað gekk eisini væl til FM. Kappingin var hørð, og tað haldi eg var gott. Hinar báðar, sum luttóku eru komnar eitt vet longri í lærutíðini enn eg, og tað haldi eg at man sá aftur á klippingunum. Eg helt, at tær avrikaðu betur enn eg innan ta fakgreinina.

 

Hví yrkisútbúgving?

- Eg haldi sjálv, at eg eri øgiliga kreativ, og handalig, og so elski at fáast við hár. Umframt tað, havi eg altíð ynskt at verið frisør, so tí gjørdi eg av at fara á tekniskt yrkisnám á Tekniska Skúla í Klaksvík. Tað dámdi mær so mikið væl, at eg seinni valdi at søkja lærupláss hjá hárfríðkara.

 

- Eg haldi ikki, at øll eru skapt til at sita á einum kontóri og stara í ein telduskerm. Tað eru nøkur, sum skulu brúka hendurnar og hugflogið, og vísa hvat tey kunnu.

 

Navn: Jórunn Sofusardóttir á Gravarbø
Føðidato: 21.09.1994
Bústaður: Klaksvík
Lærutíð lokin: 1 ár + 1 ár skúli
Lærutíð eftir: 2 ár

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi