Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 01. apríl 2019
Hvílitíðir og trygdarskipanin í Arbeiðsumhvørvislógini
Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar 9. apríl fyri heimleiðistiltaki.

 

Týsdagin 9. apríl skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri limatiltaki um ásetingarnar um hvílitíðir og um trygdarskipan í Arbeiðsumhvørvislógini.

 

Á tiltakinum fer Leivur Persson, frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, at greiða frá Arbeiðsumhvørvislógini yvirskipað, og hann fer serliga at viðgera ásetingarnar um trygdarskipanina.

 

Síðan fer Anna A. Andresen, sálarfrøðingur á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, at greiða frá nýggju vegleiðingini um hvílitíðir, sum Arbeiðs- og brunaeftirlitið júst hevur gjørt. Vegleiðingin um hvílitíðir sæst her.

 

Høvi verður at seta spurningar og lagt verður upp til prát, tá ið formliga skráin er av.

 

Tiltakið er týsdagin 9. apríl kl. 15.00 í Vinnuhúsinum á Óðinshædd, og er fyri limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess

 

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er tó at boða frá luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 5. apríl við at senda teldupost til industry@industry.fo ella ringja á tlf. 309900.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi