Tíðindi: Shipping Ι 08. apríl 2019
Strandferðslan skal ikki kappast við privatu vinnuna
Viðmerkingar frá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip til útspælið frá Hilmar Eliasen á flokstingi Tjóðveldisins um vikuskifti.

 

Á flokstinginum hjá Tjóðveldi um vikuskifti hevði Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, eina gestarøðu, har hann sjósetti eitt uppskot um at keypa avloysaraskipið hjá Smyrli.

 

Tankin hjá stjóranum er, at tá avloysaraskipið Galaxy ikki siglir fyri Smyril, kann tað sigla við farmi og ferðafólki millum Scrabster og Suðuroynna. Hetta fyri at fáa betri vágastýring á Strandferðsluni.

 

Trupult er at fáa eyga á nakra góða orsøk til, at Strandferðslan skal inn á hetta økið.

 

Marknaðurin fyri farmaflutning við skipi er, sum er, merktur av ógvuliga harðari kapping og yvirkapasiteti. Neyvan er tað nakað annað fjarskotið oyggjaland, sum hevur so góða tænastu á hesum økinum sum Føroyar. Tað eru avskipingarmøguleikar úr Føroyum hvønn einasta dag í vikuni, og eisini vikuligar fráferðir úr Føroyum til Scrabster, har tað júst er feskur fiskur, sum verður fluttur. Um nøgdirnar eru størri enn vanligt, ber eisini til at leggja inn í Suðuroynni eftir teimum.

 

Reiðarafelagið fyri Handilsskip er hart ímóti, at tað almenna fer inn at kappast við privata vinnu. Almenni stovnurin Strandferðslan hevur nakrar ávísar uppgávur at røkja, og at fara inn at kappast við privatu vinnuna er ikki ein av teimum.

 

Enn eru ætlanirnar, um at Strandferðslan skal inn at kappast við privatu vinnuna um farmaflutning til og úr Føroyum, vónandi bara eitt hugskot hjá stjóranum á Strandferðsluni. Og vónandi verður hetta ongantíð meira enn eitt hugskot.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi