Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 29. apríl 2019
Føroya Prentsmiðjufelag havt aðalfund
Jon Hestoy heldur fram sum formaður.

 

 

Mikudagin 24. apríl hevði Føroya Prentsmiðjufelag aðalfund. Fyri vali á aðalfundinum stóðu Jon Hestoy og Eirikur Lindenskov. Báðir tóku við afturvali og vóru valdir. Christian Nagata boðaði frá, at hann tók seg úr nevndini. Aðalfundurin avgjørdi tí, at framyvir er talan um eina trýmannanevnd, og felagið takkar Christiani Nagata fyri tíðina í nevndini.            

 

Í nevndini í Føroya Prentsmiðjufelag sita sostatt Jon Hestoy, Gunvá við Keldu og Eirikur Lindenskov. Nevndin hevur skipað seg við Jon Hestoy sum formanni, og Gunvá við Keldu sum næstforkvinnu.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi