Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 06. mai 2019
Selmar Nielsen afturvaldur sum formaður í Ráðgevarafelagnum
Á nevndarfundi fríggjadagin skipaði nevndin í Ráðgevarafelagnum seg við Selmar Nielsen sum formanni og Eyðbjørn Brimnes sum næstformanni.

 

Á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin í Ráðgevarafelagnum varð nevndin skipað. Selmar Nielsen, frá arkitektavirkinum SNA og Eyðbjørn Brimnes frá verkfrøðivirkinum LBF, vóru afturvaldir sum ávikavist formaður og næstformaður í felagnum.  Hinir í nevndini eru Árni Jakobsen, SMJ, Rúni Abrahamsen, MAP - arkitektar og Klæmint Eliasen, Spenn.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi