Tíðindi: Ferðavinna Ι 13. mai 2019
Ferðavinnufelagið nýggjan nevndarlim
Í farnu viku var aðalfundur í Ferðavinnufelagnum

 

Hans Jákup Kollslíð, Sakaris Frederiksen og Thora Augustinussen stóðu fyri vali. Thora Augustinussen ynskti at takka fyri seg og stillaði tí ikki uppaftur, og Aleth Nielsen var vald í hennara stað. Tórstein Christiansen var afturvaldur sum tiltakslimur.

 

Í nevndini sita sostatt:

 

-   Árni Olsen frá Atlantic Airways   
-   Henny á Líknargøtu frá Smyril Line
-   Hans Jákup Kollslíð frá HK Bussum
-   Sakaris Frederiksen frá Fonn Flog
-   Aleth Nielsen frá Hotel Føroyum

 

Nevndin skipar seg á komandi nevndarfundi.

 

Eftir formligu skránna var greitt nærri frá nýggju hagtalsinnsavningini á Vága Floghavn.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi