Tíðindi: Hoyringssvar Ι 14. juni 2019
Kunngerð um broyting í kunngerð um loðsing, gjøld o.a. til hoyringar

Kunngerð um broyting í kunngerð um loðsing, gjøld o.a. til hoyringar

 

Hoyringsskriv

 

Svar frá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip

Víst verður til hoyringsbræv, sent okkum 29. mai 2019, har kunngerð um loðsing, gjøld v.m. verður send til hoyringar.

 

Reiðarafelagið fyri Handilsskip ger ikki viðmerkingar til uppskotið til broytta kunngerð um loðsing, tí hetta er ein natúrlig tillaging í mun til broytingarnar í loðslógini, sum komu í gildi 10. mai í ár.

 

Væl vitandi, at tað ikki var Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, sum mælti til broyting í loðslógini, harmast RFH tó um, at tað er vorðið neyðugt at broyta kunngerðina. Lógarbroytingin fór í skundi gjøgnum løgtingið, og tann vinnan, sum einamest verður rakt av broytingunum, hevði ikki høvi at gera nakrar viðmerkingar til broytingarnar. Bara einstakir aktørar vórðu bidnir um viðmerkingar.

 

Broytingarnar merkja, at tann veruleiki og tær mannagongdir, sum í langa tíð hava verið vanligar í shippingvinnuni, nú eru broyttar, uttan at vinnan sum heild var við í tilgongdini. RFH nýtir tí høvið at vísa á tað óhepna í, at politiska skipanin soleiðis ger broytingar í kørmunum, sum vinnan virkar undir.       

 

Sum nevnt omanfyri ger RFH ikki aðrar viðmerkingar til eina neyðuga broyting í kunngerð um loðsing, nú loðslógin í óneyðugum skundi varð broytt.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi