Tíðindi: Hoyringssvar Ι 19. juni 2019
Uppskot til kunngerð um flutning av vandamiklum farmi á landi o.a. til hoyringar

 

Sent Vinnuhúsinum til hoyringar. Hoyringsfreistin er sett til mikudagin 19. juni kl. 12.00.

 

Uppskot til kunngerð um flutning av vandamiklum farmi á landi o.a.

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur hesar viðmerkingar til uppskot um kunngerð um flutning av vandamiklum farmi á landi o.a.

 

Yvirskipað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at tað er skilagott við slíkari kunngerð. Tað eru tó tað ítøkiligar ásetingar í uppskotinum til kunngerð, sum felagið vegna limir sínar hevur viðmerkingar til.

 

Viðv. § 14 um flutningsskjøl. Við kunngerðini verður nakað av øktari umsiting, um dokumentatión skal havast í bilunum fyri hvørja sending. Hetta serliga við atliti til smærru bilararnar, sum kunnu koyra nógvar smærri nøgdir av vandamiklum farmi til viðskiftafólk. Mælt verður til, at ásett verður eitt minstamark fyri hvørja sending, áðrenn neyðugt er at útfylla skjøl fyri flutningin.

 

Í §17 stk. 3 verður ásett, at góðkenningarváttan skal endurnýggjast 24. hvønn mánað. Víst skal her vera á, at tangabilar til oljuflutning verða frá nýggjum uppbygdir eftir evropeiskum reglum (ADR) og góðkendir av Beredskabsstyrelsen í Danmark, áðrenn teir koma til Føroya. Tá teir eru komnir til Føroya, verða teir aftur góðkendir av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Tí meta vit, at tað fyri hesar bilar er óneyðugt at endurnýggja góðkenningarváttanina 24. hvønn mánað.

 

Yvirhøvur er at siga, at tá tað kemur til flutningsskjøl og góðkenning av flutningsførum, tangum o.ø. er sera umráðandi at finna eina smidliga skipan, so umsitingartilgongdin ikki gerst ov tíðarkrevjandi, og miðjað eigur at vera eftir, at hetta í mestan mun kann gerast talgild.

 

Ásetingin í § 20 stk. 1. og 3 um, at flutningsfør ikki mugu ikki flyta størri nøgdir enn 14.000 litrar undrar okkum. Í londunum kring okkum er reglan, at flytast kunnu upp í 50.000 litrar við hvørjum flutningsfari, og vit mæla frá at hava øðrvísi reglur í Føroyum. Ein orsøk til hetta er, at evni, sum koma undir vandamikið góðs, verða flutt til Føroya í tangum, sum taka upp móti tí dupulta av 14.000 litrum.

 

Harafturat hava oljufeløgini bilar, sum eru bygdir og góðkendir til at taka 24.000 litrar hvørja ferð, umframt at teir hála ein vogn sum tekur 20.000 litrar eftir seg, t.v.s. 44.000 litrar eru á hvørjum túri. Hetta á sama hátt sum í okkara grannalondum.

 

Ásetir kunngerðin øðrvísi reglur á hesum økinum, fer tað at merkja, at flutningstíttleikin við olju á vegunum økist tríggjar ferðir, og við atlitið til trygdina er hetta neyvan ætlanin við ásetingini.

 

Ásetta mongdin í §20, stk. 7 á 250 kg av spreingievnum, verður mett at vera ov lítið. Meira passandi hevði verið ein nøgd á 750 kg. Okkum kunnugt er hetta eisini loyvda mongdin í t.d. Noreg, og sum áður nevnt eiga vit ikki at hava strangari reglur í Føroyum enn í grannalondunum.

 

Í §21 verða reglur um hvílitíð ásettar. Her seta vit spurningin, hvussu ætlanin er at hetta skal umsitast. Vit meta ikki, at henda kunngerðin, sum er, eigur at taka onnur atlit til koyri/hvílitíðir enn galdandi lóggávu á økinum í dag.

 

§22 um útbúgving og vinnubræv ásetur í stk. 3, at treytin um at hava havt koyrikort í tvey ár, áðrenn tú kanst fáa vinnubræv til flutning av vandamiklum farmi, er sera avmarkandi fyri  flutningsfeløgini. 

 

Hetta átti at verið óneyðugt, av tí at førararnir longu hava fyrst koyrikort og sambært hesi kunngerð eisini vinnubræv til vandamiklan farm.

 

Mælt verður annars til, at henda góðkenning verður partur av koyrikortinum til lastbil og treylara, tí flestu at teimum, sum taka hesi koyrikort fara at koyra við vandamiklum farmi. Tað átti tí ikki at verið neyðugt við enn einari loyvismannagongd.

 

Í §24 um ávísar farleiðir og ásettar tíðir kunnu bæði løgregla og Arbeiðs- og brunaeftirlitið gera avmarkingar og seta treytir í mun til farleiðir og tíð. Vit meta, at býti millum myndugleikarnar ikki er nóg greitt. Hvat tekur løgreglan avgerð um, og hvat tekur Arbeiðs- og brundaeftirlitið avgerð um. Antin má býtið vera greiðari, ella má bert ein myndugleiki hava hesa uppgávu.

 

Vit ganga út frá, at tá tosað verður um serliga ásettar tíðir at koyra vandamiklan farm, so verða atlit tikin til trygd, eisini í mun til nær á døgninum koyrt verður.

 

Millum annað kann verða nevnt, at tá Vágatunnilin lat upp, varð kannað, hvussu gjørt varð í Noregi viðv. koyring í undirsjóðatunlum har. Eitt dømi var um tunnil undir Oslofjørðin har váðameting var gjørd viðv. flutningi av olju, har var komi fram til, at tað var tryggari at lata tangabilarnar koyra styttra strekki í undirsjóðartunnlinum enn at koyra runt allan fjørðin. Avvarandi myndugleiki eigir at hyggja eftir, hvussu londini kring okkum skipa sína ferðslu, áðrenn vit taka støðu til avmarkingar og tíðir á okkara vegastrekkjum.

 

Í sambandi við skiftisreglurnar í §27, stk. 5 fara vit at nýta høvið at vísa á, at tað í sambandi við nýggj loyviskrøv í øðrum vinnugreinum ikki er óvanligt, at tey, sum longu hava drúgvar royndir á økinum, kunnu fáa loyvini uttan at neyðugt er við serligum skeiði. Mælt verður til líknandi skipan her eisini.

 

Við hesum viðmerkingum metir Føroya Arbeiðsgevarafelag sum sagt, at tað er skilagott við eini kunngerð, sum regulerar flutning við vandamiklum farmi.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi