Tíðindi: Hoyringssvar Ι 16. august 2019
Kunngerð um atgongd hjá kommunalu tilbúgvingunum/bjargingartænastum til akfarsskránna hjá Akstovuni til hoyringar

 

Sent Vinnuhúsinum til hoyringar. 

 

Uppskot til kunngerð um atgongd hjá kommunalu tilbúgvingunum/bjargingartænastum til akfarsskránna hjá Akstovuni

 

Fylgiskriv til uppskot um atgongd til akfarskránna hja´Akstovuni

 

Svar frá Handilsvinnufelagnum

 

Viðmerkingar til kunngerð um talgilda atgongd til akfarsskránna­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Handilsvinnufelagið hevur fingið til viðmerkingar uppskot til kunngerð um elektroniska atgongd hjá tilbúgvingum/bjargingartænastum til akfarsskránna hjá Akstovuni.

 

Handilsvinnufelagið hevur ikki ítøkiligar viðmerkingar til hetta uppskotið til kunngerð, men tað hava áður verið borin uppskot í Løgtingið um at víðka atgongdina til akfarsskránna hjá Akstovuni, sum Handilsvinnufelagið hevur gjørt viðmerkingar til.

 

Hesi uppskot fullu burtur, og eru sostatt ikki avgreidd í Løgtinginum.

 

Handilsvinnufelagið fer tí at nýta høvið, í stuttum, at taka aftur í aftur prinsipiellu støðu felagsins til at víðka atgongdina til akfarssrkánna hjá Akstovuni.

 

Handilsvinnufelagið heldur tað vera neyðugt við smidligari talgildari atgongd til akfarskránna. Tað eiga at vera gjøgnumskygdar mannagongdir og objektiv krøv til at fáa atgongd til akfarsskránna, har somu treytir eru galdandi fyri allar fyritøkur, líkamikið um tær eru privatar ella almennar. 

 

Í grannalondum okkara ber til at fáa talgilda atgongd til skrokknummar á einum akfarið við at upplýsa nummarspjaldur, og soleiðis eigur tað eisini at vera hjá okkum.

 

Handilsvinnufelagið hevur í fleiri umførum víst á, at bensinstøðir hava fyri neyðini at fáa talgilda atgongd til akfarsskránna, tá ið bilførarar gloyma at rinda fyri brennievnið. Í mun til persónsupplýsingarlógina, átti eitt gjaldskrav at tænt sum eitt sjálvsagt heimilað áhugamál at fáa upplýst navn og bústað hjá skuldara. Ilt er at síggja, at fyrilitini fyri skrásetta skuldu veri eins stór og hetta áhugamál.

 

Í roynd og veru er talan um eina almenna skrá og ikki serliga persónsviðkvom viðurskifti. Talan er um ognarviðurskiftini hjá einum skrásettum eigara. 

 

Í Svøríki er aðalreglan, at øll skulu hava atgongd til almennar skráir. Í Danmark gjørdist atgongdin til akfarsskránna almenn og meira gjøgnumskygd við talgildingini av motorskránni.

 

Handilsvinnufelagið dugir tí ikki at síggja trupulleikan við at gera eina smidliga talgilda føroyska skipan við gjøgnumskygdum mannagongdum og objektivum treytum, har allir umsøkjarar verða javnsettir.

 

Handilsvinnufelagið fer tí at heita á Samferðslumála­ráðið um at bera uppskot í Løgtingið, soleiðis at hesi viðurskifti kunnu koma upp á pláss.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi