Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 19. august 2019
Sáttmáli gjørdur við Sansir um føroyska landabásin á SEG
Tað verður Sansir, sum skal standa fyri bygging av føroyska landabásinum á fiskavørumessuni Seafood Expo Global í Brussel í 2020, og veita aðrar tænastur í hesum sambandi.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag bjóðaði uppgávuna út í almennum útboði, og setti eina metingarnevnd við fólki úr Vinnuhúsinum og umboðum fyri luttakandi fyritøkurnar á føroyska landabásinum. Niðurstøðan gjørdist, at tilboðið hjá Sansum var tað besta í mun til metingarstøðini í útboðstilfarinum.

 

Føroyski landabásurin hevur við smærri tillagingum verið tann sami seinastu 6 árini, men á komandi messu verður nýtt snið at síggja. Nýggja sniðið skal m.a. signalera burðardygd, góðsku og náttúru.

Seafood Expo Global er heimsins størsta fiskavørumessa, og verður næstu ferð hildin í døgunum 21.-23 apríl 2020. Føroyar hava haft ein landabás á messuni frá byrjan, og hava tí eina góða plasering. Níggju fyritøkur luttaka á føroyska landabásinum í 2020.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi