Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 20. august 2019
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur onga fráboðan fingið frá FPU
Fráboðanin fevnir einans um donsku basuna hjá Atlantic Airways og ikki um flogternur við basu í Vágum

 

Tað var við undran, at Føroya Arbeiðsgevarafelag í fjølmiðlunum frætti um fráboðanina frá FPU. Vit hava tó nú fingið innlit í fráboðanina.

 

Fráboðanin er stílað til Atlantic Airways, og fevnir einans um basuna hjá felagnum í Keypmannahavn. Hon hevur sostatt einki við allar tær flogternur hjá Atlantic Airways, sum hava basu í Vágum, at gera. Súlan verður heldur ikki nevnd við einum orðið í fráboðanini.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag má bara enn einaferð vísa á, at vit í apríl í ár hava fingið skrivliga áheitan um samráðingar frá føroyska fakfelagnum, Súluni. Vit hava játtað at byrja samráðingar, men av tí at Súlan ikki er virkisfør í løtuni, ber hetta ikki til.  

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag kann sostatt staðfesta, at felagið ikki er fevnt av fráboðanini frá FPU, sum annars kundi verið skilt út frá umtaluni í fjølmiðlunum.

 

Les eisini tíðindaskriv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag 17. august 2019.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi