Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 02. september 2019
KT-felagið vil útbúgva fleiri KT-fólk
Samstarv við Eysturskúlan er komið í lag. Fyrstu næmingarnir á KT-breytini byrjaðu í síðstu viku.

 

Hetta er fyrstu ferð, næmingar á NámX hava kunnað valt KT-breyt. Hetta valið hava 23 næmingar tikið, sum hetta komandi árið koma at hava um ymiskt innan KT. Millum evnini eru forritan, uppsetan av KT-útbúnaði og officepakkin.

 

”Tað hevur sera stóran týdning, at vit sum felag gera okkara til bæði at útbúgva KT-fólk, men eisini at fyrireika borgarar til talgildu framtíðina” sigur Ulla Joensen, forkvinna í KT-felagnum

 

KT-felagið setti sær í 2017 sum mál, at tað skulu vera 1000 KT-fólk í Føroyum. Men í einari vinnugrein sum KT og telesamskifti, er tað sera týdningarmikið at starvsfólkini hava røttu førleikarnar at loysa neyðugu uppgávurnar.

 

”Tí er tað altavgerandi at gera íløgur í KT. Bæði í undirstøðukervi, men eisini í útbúgving” sigur Ulla Joensen at enda.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi