Tíðindi: Handilsvinna Ι 09. september 2019
Byrja starvsleiðina sum handilslærlingur
Er tú í einari støðu, har tú ikki rættiliga veitst, hvussu tú skalt koma í gongd og hvar tú skalt byrja tína starvsleið, so átti tú at umhugsað møguleikan at fara í handilslæru.

 

Handilslæran er spennandi og mennandi, bæði persónliga og fakliga.

 

Í handilslæruni kemur tú í samband við nógv ymisk fólk í einum spennandi og fjølbroyttum gerandisdegi við nógvum og ymiskum uppgávum og avbjóðingum.

 

Handilsútbúgvingin er góð at hava í skjáttuni, tí hon letur upp fyri nógvum møguleikum.

 

Tú hevur møguleikan at halda fram, har tú hevur staðið í læru og koma longur upp eftir stiganum. Tú hevur eisini møguleikan at søkja starv í onkrari aðrari fyritøku í handilsvinnuni, har tað er eitt breitt úrval av fyritøkum av ymsum slag.

 

Handilsútbúgvingin gevur gott innlit í sølu, marknaðarføring og tænastu, umframt roknskapar- og mvg-viðurskifti.

 

Sostatt er handilsútbúgvingin eisini eitt gott prógv at hava í viðførinum, um tú seinni í lívinum broytir hugsan og velur at fara aðrar vegir.

 

Handilsvinnufelagið fer komandi tíðina at leggja nakrar brellbitar á Facebook síðuna “Vit sum handla”, har handilslærlingar í ymsum fyritøkum greiða frá gerandisdegi sínum sum handilslærlingar.

 

Far inn á Facebook síðuna “Vit sum handla”, og hoyr handilslærlingarnar greiða nærri frá spennandi og fjølbroytta gerandisdegi sínum.

 

Handilsvinnan hevur brúk fyri tær, skunda tær tí at søkja.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi