Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 09. september 2019
Fyrilestur á Vinnudegnum um framtíðar arbeiðsmarknaðin á sjónum
Hvørja ávirkan hevur MLC 2006, hvussu sær framtíðar arbeiðsmarknaðurin á sjónum út og hvussu við javnstøðuni á sjónum?

 

Hetta fer Dr. Cleopatra Doumbia-Henry at halda fyrilestur um í Norðurlandahúsinum hin 27. september á Vinnudegnum.

 

Dr. Cleopatra Doumbia-Henry er forkvinna fyri World Maritime University (WMU) í Malmø. WMU er eitt maritimt universitet, sum varð sett á stovn í 1983 av IMO (International Maritime Organization), sum er stovnur undir ST. Endamálið hjá WMU er at fremja málini hjá IMO og IMO-limalondunum gjøgnum útbúgving, gransking og førleikamenning.

 

Dr. Doumbia-Henry, sum upprunaliga er ættað av Dominika, er altjóða viðurkendur løgfrøðingur og ein av teimum fremstu innan maritima lóg og viðurskifti hjá sjófólki. Hon varð fyrsti kvinnuligi stjórin í ST-skipanini, tá hon gjørdist stjóri fyri International Labour Standards Department, og hon stóð á odda fyri at fáa gjørt altjóða sáttmálan Maritime Labour Convention í 2006, sum nú fevnir um fleiri enn 80 % av heimsflotanum. Føroyar eru eisini fevndar av MLC 2006, sum ásetur minstu arbeiðs- og liviumstøður umborð á skipum, og sum eisini er eitt týdningarmikið amboð fyri at tryggja javnbjóðis kappingarumstøður og dygd á altjóða marknaðinum.  

 

Á Vinnudegnum 2019 fer Dr. Cleopatra Doumbia-Henry at halda ein fyrilestur undir heitinum “The Impact of the MLC 2006, Future Maritime Labour Market and Equality at Sea”

 

Melda til Vinnudagin her.

 

Skrá - Vinnudagin 2019.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi