Tíðindi: Støðan í vinnuni Ι 12. juni 2020
Summar flutningsvinnur hart raktar
Útflutningurin hjá fleiri farmaskipum er meint raktur av korona, meðan innflutningurin er minni ávirkaður. Skipini í frálandavinnuni eru í tungum sjógvi.

Minkaði útflutningurin av vørum úr Føroyum undir korona fer at ávirka úrslitið hjá flutningsfeløgunum í ár.

 

Hjá summum flutningsfyritøkum hevur hetta várið verið rættiliga tungt, serliga tí útflutningurin er minkaður.

 

Sera ringt i apríl

Smyril Line Cargo hevur fýra farmaskip umframt Norrønu, sum umframt ferðafólk eisini tekur sær av farmaflutningi. Hjá teimum hevur útgangandi farmurin, tað vil siga útflutningurin úr Føroyum, verið meint raktur – serliga í mars og apríl mánaði.

 

Hetta kemst av at Russland steðgaði innflutningi av uppsjóvarfiski, og hetta minkaði munandi um útflutningsnøgdirnar í mars og apríl, tá vanliga nógvur uppsjóvarfiskur verður fluttur av landinum. Eisini fór minni av laksi, feskum hvítfiski og saltfiski av landinum, tí matstovur í nógvum londum í Evropa stongdu orsakað av korona, sigur Halgir Dahl Olesen, stjóri í Smyril Line Cargo.

 

- Tað sá sera svart út í apríl. Serliga tí at ongin rættiliga visti, hvat fór at henda. Haraftrat høvdu vit júst keypt nýtt skip, Akranes, sum kom í desember. Við nýggjum skipi og afturgongd í flutninginum sá tað onki serligt út, sigur hann og leggur aftrat, at innflutningurin av farmi ikki hevur verið so nógv ávirkaður.

 

Batnaði í mai

Halgir Dahl Olesen sigur, at í mai komu hjólini aftur meira upp í ferð, so hvørt sum londini í Evropa fóru at lata upp aftur. Í mai hevur flutningurin úr Føroyum verið størri enn mai í fjør.

 

Hóast minkingina í vøruflutninginum broytti Smyril Line Cargo ikki fráferðirnar hjá skipunum, og manningin á skipunum hevur verið verandi tann sama. Tilsamans starvast umleið 200 fólk hjá felagnum í Føroyum, Danmark og Íslandi. Onki av starvsfólkunum hjá felagnum hevur verið í koronaskipanini hjá ALS.

 

Smyril Line Cargo kemur ikki út við einum positivum úrsliti í ár, sigur Halgir Dahl Olesen.

 

Hvussu 2020 fer at hilnast, kemur heystið at vísa. Tey síggja glottar, og gongst sum tað eigur hjá uppsjóvarvinnuni, alivinnuni og fiskavirkjunum, so ávirkar hetta beinanvegin farmavinnuna rætta vegin, sigur hann.

 

Minni fiskur av landinum

Faroe Ship hevur merkt nakað til korona-avbjóðingar.

 

- Innflutningurin til Føroya hevur verið óávirkaður, men útflutningurin hevur verið væl minni, sigur Bogi Nielsen, stjóri í Faroe Ship. Felagið hevur 130 fólk í starvi og tað er íslendska, Eimskip, sum eigur Faroe Ship.

 

At matstovurnar stongdu í m.a. Onglandi, Fraklandi, Spania og Italia hevur ávirkað eftirspurningin – og harvið útflutningin – av føroyskum, feskum hvítfiski og saltfiski. Og hetta merkja flutningsfyritøkurnar.

 

Ikki alt skal tó koyrast á korona. Føroyski fiskurin hevur verið serliga rak seinastu tíðina, og tað hevur helst eisini ávirkað eftirspurningin, heldur stjórin í Faroe Ship.

 

Fjaru leiðirnar geva avbjóðingar

Flutningurin á styttru teinunum hevur gingið rættiliga ómakaleyst, meðan meira fjarskotin lond hevur verið meira avbjóðandi, m.a. tí at stór farmaskip eru løgd. Eisini hevur verið trupult at leggja flutning til rættis, sum skal víðari við flogfari, tí fleiri flogsambond hava verið avlýst. Hetta hevur givið rættiliga nógv eykaarbeiði í felagnum, sigur Bogi Nielsen.

 

Samanumtikið er raksturin hjá Faroe Ship ávirkaður neiliga í mars og apríl, og neyðugt hevur verið at siga nøkrum fólkum úr starvi.

 

Bogi Nielsen heldur tað vera ringt at spáa um komandi tíðir í bransjuni.

 

- Mann hoyrir positiv signal úti úr heimi um, at marknaðir lata upp aftur, og haraftrat er heimurin betri fyrireikaður upp á smittuna nú enn fyri nøkrum mánaðum síðan, sigur hann.

 

Á góðari leið

Inn- og útflutningurin við skipunum hjá Samskip hevur verið nøkulunda tann sami.

 

- Sum heild er tað á góðari leið. Onkrir kundar hjá okkum hava mist nakað, meðan aðrir selja meira. So samanumtikið er flutningurin nøkulunda óbroyttur, sigur Sjúrður Johansen, stjóri hjá Samskip.

 

Íslendingar eiga Samskip, og felagið hevur høvuðssæti í Hollandi. Felagið hevur umleið 1700 starvsfólk í Evropa, harav gott 60 í Føroyum. Umleið 35 starvast á landi og útvið 30 á teimum báðum skipunum, sum sigla upp á Føroyar. Hesi bæði skipini sigla frá Kollafirði og til havnir í Hollandi, Týsklandi, Svøríki og Danmark.

 

Øll starvsfólkini hjá Samskip hava verið til arbeiðis, og ongin hevur verið í koronaskipanini hjá ALS.

 

Óvissa á longu teinunum

Á sama hátt sum hjá Faroe Ship hevur flutningurin í Evropa gingið nøkulunda ótarnaður, meðan víðari flutningin til aðrar heimspartar, t.d. Asia og Norðuramerika hevur verið nakað tarnaður av óvissum. Hetta kemst av, at reiðaríini, sum taka sær av hesum flutninginum, løgdu fleiri skip, tá korona fór at herja av álvara. Eini 10-15% av flotanum varð lagdur, og fleiri skip liggja enn, sigur Sjúrður Johansen.

 

Hetta økti flutningsprísirnar og skapti óvissu um flutningin. Sjúrður Johansen heldur tó, at hetta er við at koma í rættlag aftur. Hann er bjartskygdur og væntar at 2020 fer at hilnast væl.

 

Frakt & Sand óávirkað

Hjá reiðarínum, Frakt & Sand, hava tey skrúvuna væl og virðiliga í sjónum, hóast bæði Føroyar og umheimurin hava ligið í dvala í nógvar vikur.

 

- Tað gongur fínt. Vit eru stórt sæð ikki rakt, sigur Álvur Højgaard, stjóri í Frakt & Sand.

 

Felagið eigur og rekur 9 skip og leigar haraftrat tvey skip. Tey sigla mest í norðara parti av Evropa, har tey flyta tilfar til alifóðurframleiðslu úr eitt nú Týsklandi, Onglandi og Baltalondunum til Føroya og Noregs. Eisini flyta tey sand, skerv og annað byggitilfar úr Noregi til Føroya. Reiðaríið hevur umleið 120 starvsfólk, flestu teirra føroyingar, og høvuðsskrivstovan er í Runavík.

 

Siglingin hevur verið óávirkað av korona-tiltøkunum, og sum er sæst ongin ávirkan á umsetninginum hjá felagnum. Tað kann sjálvandi henda upp á longri sikt, um byggivinnan verður ávirkað, men higartil er ongin broyting, sigur Álvur Højgaard.

 

Tað einasta, tey hava merkt til korona, er at tað hevur verið meira avbjóðandi at fyrireika manningarskiftini á skipunum. Tey hava roynt at laga tað soleiðis, at skiftini eru gjørd í Føroyum, soleiðis at manningin sleppur undan sóttarhaldi. Hetta hevur eydnast í allarflestu førum, sigur Álvur Højgaard.

 

Frálandavinnan hart rakt

Ein flutningsvinna, sum er hart rakt av korona-kreppuni, eru skipini, sum taka sær av flutningi og tænastum í oljuvinnuni.

 

- Oljufeløgini hava høgt bremsurnar í, og virksemið er minkað sera nógv, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore.

 

Orsøkin er ikki bara korona, sigur hann. Heilt stóri trupulleikin er oljukríggið millum OPEC og Russland, sum gjørdi, at prísirnir raplaðu niðureftir. So kom korona. Oljuprísurin reyk frá 65 dollarum fyri tunnuna niður á 19 dollarar. Hetta hevur havt við sær, at íløgurnar í oljuvinnuni antin eru útsettar ella avlýstar, tað vil siga, at leitingin eftir olju er uppsteðgað. Eisini er framleiðslan av olju minkað, greiðir Jens Meinhard Rasmussen frá.

 

- Tað, sum rakar okkum mest, er at mann steðgar við leitiboring. Rættiliga nógv er steðgað, sigur hann.

 

Óvissari enn vanligt

Skansi hevur fimm skip og 130 fólk í starvi. Øll skipini sigla í norsku oljuvinnuni, har tey virka sum veitingarskip. Trý av skipunum hava sáttmála árið út, eitt hevur sáttmála til juli, og eitt skip, Eldborg, hevur ikki fastan sáttmála. Eldborg verður tó leigað til fyrifallandi og bráðkomnar uppgávur, men seinastu tvær vikurnar hevur hon ongar uppgávur havt.

 

- Støðan er óvissari, enn hon plagar. Í ringasta føri kann hetta raka okkum upp í 30% restina av árinum viðvíkjandi umsetningi, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

 

Hann sigur, at fleiri av skipunum, sum eru sama slag sum tey hjá Skansa, liggja bundin við kai. Umleið 40 av 200 slíkum skipum eru ikki í sigling í løtuni.

 

Prísurin gongur rætta vegin

Hann hevur tó hampiligar vónir um, at vend kemur í. Oljuprísurin er hækkaður upp í umleið 40 dollarar fyri tunnuna, so tað gongur rætta vegin. Helst skal prísurin tó koma upp á einar 50-60 dollarar, fyri at tingini byrja at gerast meira vanlig aftur, heldur hann.

 

Manningarskiftini hava verið ein avbjóðing hesar seinastu mánaðirnar. Fyri at sleppa undan sóttarhaldi høvdu tey manningarskift í Føroyum einaferð, men hetta kravdi tríggjar eyka dagar og nógva vælvild frá kundunum. Nú hava tey heldur valt at savna skipini í Bergen, skifta manningina á øllum skipunum í senn og brúka so leiguflogfar at flúgva manningina aftur og fram.

 

Fleiri vinnugreinar seta álitið á 2021, men Jens Meinhard Rasmussen metir, at tað fer at taka eitt  eitt sindur longri tíð í hesari bransjuni, og at vit helst skulu fram til 2022 fyri at normalisera viðurskiftini í oljuvinnuni.

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi