Tíðindi: Hoyringssvar Ι 06. juli 2020
Uppskot til kunngerð um gymnasialt útbúgvingarráð til ummælis

Uppskot til kunngerð um gymnasialt útbúgvingarráð til ummælis

 

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Uppskot til kunngerð um gymnasialt útbúgvingarráð­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur hesa viðmerking til uppskot til kunngerð um gymnasialt útbúgvingarráð.

 

Til § 2. stk. 4. Ásetingin í stk. 4 nágreinar førleikakrøvini til ráðslimirnar, og at førleikarnar skulu verða viðkomandi í mun til allar breytir í gymnasialu útbúgvingarskipanini.

 

Hetta er uttan iva eitt relevant førleikakrav, men vit ivast í í hvønn mun leiðandi vinnulívsfólk hava slíkan viðkomandi førleika. Tískil meta vit tað verða trupult hjá okkum at liva upp til hesa áseting, tá ráðsumboð skal veljast.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur sostatt, at førleikakrøvini til limirnar í ráðnum, sum arbeiða uttanfyri skúlaskipanina, mugu nágreinast betri so tað hóskar til endamálið við at hava vinnuumboðan í ráðnum.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi