Tíðindi: Handilsvinna Ι 22. juni 2020
Ársaðalfundur í Handilsvinnufelagnum
Handilsvinnufelagið hevði ársaðalfund mikudagin 17. juni 2020.

 

 

Í ársfrásøgnini sigur forkvinnan, Eyðvør Berg, at 2019 var enn eitt gott ár fyri føroyska handilsvinnu við framhaldandi vøkstri í søluni, men støðan og útlitini eru nógv broytt hesar seinastu mánaðirnar.

 

Áðrenn koronatiltøkini vórðu sett í verk um miðjan mars í ár, var manglandi arbeiðsmegi ein tann størsta avbjóðingini hjá handilsvinnuni, men fortreytirnar broyttust brádliga, tá ið koronatiltøkini vórðu sett í verk. Hvat koronakreppan kemur at merkja fyri føroysku handilsvinnuni, er ilt at meta um í løtuni. Útlitini eru eins óviss í handilsvinnuni, sum í vinnuni annars.

 

Tað er tó ymiskt, hvussu koronatiltøkini hava rakt føroysku handilsvinnuna higartil. Handlar, ið selja mat- og vanligar gerandisvørur, hava koyrt sum vanligt, og onkrir hava havt væl meira at gera. Harafturímóti er sølan av klædnavørum, bilum og ymsari sølu til ferðavinnuna nógv minkað.

 

Vit hava eisini sæð broytingar í føroyska handilsmynstrinum, tí fleiri nýggir føroyskir nethandlar hava stungið seg upp í kjalarvørrinum av koronatiltøkunum. Føroysku nethandlarnir virka tó undir ójavnum kappingarfortreytum frá føroysku myndugleikunum, tí útlendskir nethandlar kunnu selja sínar vørur á føroyska marknaðinum upp til 300 kr. uttan toll og MVG. Tað kunnu føroysku nethandlarnir ikki.

 

Handilsvinnufelagið hevur fleiri ferðir heitt á politisku myndugleikarnir um at javnseta føroysku handilsvinnuna við útlendskar nethandlar, men tað vísir seg ikki at vera politiskur vilji til at gera nakað við hetta málið.

 

Handilsvinnufelagið fer harafturímóti at rósa politisku myndugleikunum fyri at vera skjótir til at seta tiltøk í verk, soleiðis at avleiðingarnar ikki gjørdist alt ov ógvisligar, tá ið koronatiltøkini brádliga læsti stóran part av samfelagnum niður. Handilsvinnufelagið fegnast somuleiðis um, at føroyingar hava víst seg at staðið saman um føroysku handilsvinnuna undir koronakreppuni. 

 

Á ársaðalfundinum stóðu Eyðvør Berg, Gunnar Mohr og Bergur D. Jensen fyri vali, og tey vórðu øll afturvald.

 

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

 

Eyðvør Berg, forkvinna

Regin W. Dalsgaard, næstformaður

Gunnar Mohr, nevndarlimur

Áki V. Poulsen, nevndarlimur

Bergur D. Jensen, nevndarlimur

 

Nevndarsamansetingin er sostatt óbroytt eftir ársaðalfundin í ár.

 

Ársfrásøgnin 2019 hjá Handilsvinnufelagnum kann takast niður her.

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi