Tíðindi: Hoyringssvar Ι 27. juli 2020
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn til ummælis

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn 

 

Javntekstur

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Hoyringssvar til uppskot um broyting av ll. um Húsalánsgrunn­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri møguleikan at viðmerkja uppskot til ll um broyting í løgtinglóg um Húsalánsgrunn.

 

Fremsta endamálið við lógaruppskotinum er at hækka heimildina hjá Bústøðum at útvega eksterna fígging við 400 mió kr., úr verandi marki á 250 mió kr. upp í 650 mió kr.

 

Sambært viðmerkingunum til uppskotið skulu 200 mió kr. nýtast til almannagagnligar verkætlanir, s.s. búfelagsskapir, sambýli ella lestraríbúðir, meðan 100 mió kr verða nýttar til byggiverkætlanir í teimum økjum, har grundarlag ikki er fyri kapping við privat vinnurekandi. Seinastu 100 mió kr. eru ómarkaðar.

 

Sum skilst er lógaruppskotið partur av einari bústaðarpolitiskari ætlan hjá landsstýrinum, sum hevur til endamáls at økja um og fjøltátta útboðið av bústøðum kring landið. Aðrir lutir í ætlanini eru ein javnseting av treytum millum alment og privat í økjum har kapping er ella kann væntast at vera, og alment-privat samstarv um bygging av bústøðum til almannagagnligt endamál.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað vera umráðandi, at javnbjóðis treytir verða settar almennum og privatum byggi- og útleiguvirksemi, herundir eitt rímiligt avkastkrav til útleiguvirksemið hjá Bústøðum, so kappast verður á jøvnum føti, og harvið vaksa um áhugan hjá privatum at gera íløgur á bústaðarmarknaðinum, herundir í bygging av leigubústøðum.

 

Ongar viðmerkingar eru til ætlanirnar um at stovnseta eina ráðgeving um alternativar byggi- og fíggingarhættir, so leingi hetta ikki fevnir um ráðgeving, sum verður veitt frá verandi privatum ráðgevingarfyritøkum.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi