Tíðindi: Hoyringssvar Ι 14. august 2020
Uppskot til kunngerð um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19

 

Uppskot til kunngerð um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19

 

Svar frá Ferðavinnufelagnum

 

Ferðavinnufelagið takkar fyri møguleikan at ummæla uppskot til kunngerð um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19.

 

Felagið hevur hesar ítøkiligu viðmerkingar til uppskotið:

 

Grein 2, nr. 1 - Hotellvirksemi:

Summar fyritøkur reka ikki hotelvirksemi alt árið, men hava opið frá til dømis mars/apríl til oktober/november. Partíðarstørv og leys arbeiðsmegi eru tí at rokna við í hesi vinnuni. Tískil mælir Ferðavinnufelagið til heldur at áseta ársverk ella ávísa upphædd til starvsfólkalønir, heldur enn eitt starvsfólk í fullum starvi, umframt stjóra ella eigara.

 

Grein 3, nr. 7 – Kjarnustarvsfólk:

Tað kann verða ymiskt millum fyritøkurnar í ymsu ferðavinnugreinunum, hvør telist millum kjarnustarvsfólkini í fyritøkuni. Tískil verður mælt til at strika setningin ”t.d. í sambandi við avbókingar og endurgjaldingar”. Talan er um eitt dømi, sum kann hava ein avmarkandi týdning fyri tulkingina av kjarnustarvsfólkum. Tað er ásett í grein 4, stk. 2, at fyritøkan skal grundgeva fyri, at starvsfólkini eru neyðug.

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi