Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 17. august 2020
Magnus Magnussen afturvaldur
Stutt undan ídnaðarferiuna hevði Føroya Handverksmeistarafelag aðalfund. Fyri vali stóðu Petur Frank Joensen og Sjúrður Holm. Báðir vóru afturvaldir.

Á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin skipaði nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag seg á sama hátt sum árið fyri við Magnusi Magnussen sum formanni og Petur Frank Joensen sum næstformanni. Í nevndini sita eisini Dávur Kunoy Høgnason, Jens Kristian Haraldsen og Sjúrður Holm.

 

Føroya Handverksmeistarafelag varð stovnað í 1957 sum eitt landsfelag fyri handverksmeistarar. Felagið er meginfelag fyri fimm lokal feløg, sum eru:

 

Havnar Handverksmeistarafelag

Meistarafelagið í Klaksvík

Eysturoyar Handverksmeistarafelag

Suðuroyar Meistarafelag

Vága Handverksmeistarafelag

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi