Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 24. august 2020
Tvey “Vegurin sum arbeiðspláss” skeið
Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan skipar fyri tveimum “Vegurin sum arbeiðspláss” skeiðum. Annað er fullteknað, meðan fá pláss eru eftir á hinum skeiðinum.

Sera stórur eftirspurningur hevur verið eftir at fáa eitt nýtt “Vegurin sum arbeiðspláss”  skeið fyriskipað. Av tí at sera nógvar tilmeldingar eru komnar til skeiðið longu áðrenn tað er lýst, verður eitt skeið fyriskipað afturat. Fyrra skeiðið er fult teknað, men framvegis eru nøkur pláss tøk á skeiðinum, sum verður tann 3.-4. september.

 

Skeiðið verður hildið av EUC Nordvest á Hotel Hafnia hósdagin 3. og fríggjadagin 4. september. Kostnaðurin er 3.995 kr. Tó fáa limir í Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag skeiðið fyri 3.295 kr.

 

Tilmeldingin fer fram umvegis teldupost til industry@industry.fo við at upplýsa:

 

Navn

Føðingardag

Telefonnummar

Teldupost

Fyritøku

 

Er skeiðsluttakarin limur í Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna og í starvi hjá limi í Føroya Handverksmeistarafelag, hevur skeiðsluttakarin rætt til stuðul úr Eftirútbúgvingargrunninum Vitan. 

 

Les meir um eftirútbúgvingargrunnin Vitan her.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi