Tíðindi: Sáttmálasamráðingar Ι 31. august 2020
Semja við Maskinmeistarafelagið
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið hava í dag skrivað undir nýggjan sáttmála galdandi fyri maskinmeistarar í vinnu á landi. Sáttmálin er galdandi frá 1. september 2020 til 1. juni 2022.

 

Semjan hevur við sær eina lønarhækking á 2,05% 1. september í ár og 1,25% 1. juni 2021, umframt aðrar tillaðingar í sáttmálanum. Semjan er sostatt á sama støði, sum semjan við arbeiðarafeløgini, sum var gjørd í juni, og sum var tann fyrsta í samráðingarrunduni 2020-2022.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi