Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 07. september 2020
Klárt at gera føroyska skúlaskipan
KT-felagið fegnast um nýggju KT heildarætlanina fyri undirvísingarverkið. Vit skulu hava eina trygga føroyska loysn, og KT-vinnan er klár at menna hesa skipan.

Tað var ein stoltur Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum, sum fríggjadagin í farnu viku handaði Jenisi av Rana, Landsstýrismanni, heildarætlanina “Saman um eina trygga KT-loysn”. Og tað hevði Hjalmar alla grund til at vera. KT heildarætlanin fyri undirvísingarverkið fevnir nemliga um allar partar av undirvísingarverkinum, heilt frá forskúla til yrkisútbúgving ella Master.

 

Skipanin verður mett at koma at kosta 41 mió. kr. at menna, yvir tey næstu fýra árini. Tað finnast skipanir uttanlands, sum kunnu loysa nøkur av hesum endamálunum við skipanini, men eingin, sum er egnað til føroyska samfelagið, ella sum er kostnaðarliga kappingarfør. Hinvegin koma vit at fáa eina føroyska loysn til skúlaverkið, sum verður gjørd av nettup teimum fólkunum, sum eru komin ígjøgnum føroyska skúlaverkið sjálvi.

 

Talan er um eina ambitiøsa ætlan, sum kemur at frígera ta orkuna og tíðina, sum í dag mangan verður brúkt uppá at seta seg inní nýggjar og stirvnar skipanir. Undirvísarar fáa betri stundir til fyrireiking og næmingar koma at hava eina og somu skipan frá forskúlanum og til teir eru klárir at fara á arbeiðsmarknaðin. Og soleiðis skal tað vera. “KT skal vera so sjálvsagt sum vatn úr krananum. Tað skal bara rigga soleiðis, at man kann nýta orkuna til veruligu uppgávurnar”, sigur Ulla Joensen, forkvinna í KT-felagnum.

 

Farið verður nú undir at fyrireika skipanina, sum eftir ætlan verður sett í verk við skúlabyrjan í 2022.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi