Tíðindi: Hoyringssvar Ι 02. oktober 2020
Lógaruppskot um at leggja uppgávurnar hjá Føroya Vanlukkutryggingarráði til Arbeiðs- og brunaeftirlitið at umsita til hoyringar

Lógaruppskot um at leggja uppgávurnar hjá Føroya Vanlukkutryggingarráði til Arbeiðs- og brunaeftirlitið at umsita

 

Javntekstur

 

Hoyringssvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag til uppskot um Arbeiðsskaðatryggingarlógina­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Víst verður til teldubræv sent 10. september 2020, har uppskot til broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (arbeiðsskaðatryggingarlógin) verður send til hoyringar.

 

Við broytingini verður Føroya Vanlukkutryggingarráð avtikið, og virksemið lagt undir Arbeiðs- og brunaeftirlitið.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki viðmerkingar til tær broytingar, sum eru sendar til hoyringar. Tvørturímóti metir felagið, at tað er ein fyrimunur at minka um umsitingarligu mannagongdirnar, og at hesar broytingar fara at lætta um hjá vinnuni.

 

Nú broytingar í arbeiðsskaðatryggingarlógini verða gjørdar, mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag harafturat til, at ásetingarnar í kapittul 10 eisini verða broyttar. Mælt verður til at broyta §46 nakað soleiðis:

 

 

Kapittul 10

Dagpeningur vegna sjúku / løn undir sjúku aftan á arbeiðsskaða

§ 46. Dagpeningur vegna sjúku aftan á arbeiðsskaða ella vinnusjúku, sbr. § 10, stk. 1, verður umsitin og útgoldin av Almannastovuni sambært vanligu reglunum í dagpeningalógini.


Stk. 2. Verður ein vinnusjúkutilburður ella arbeiðsskaðatilburður, sum er fráboðaður Almannaverkinum sambært dagpeningalógini, ella har arbeiðsgevari hevur útgoldið løn undir sjúku, seinni viðurkendur sum arbeiðsskaði ella vinnusjúka sambært hesi løgtingslóg, verður útgjaldingin av dagpeningaveitingini ella løn undir sjúku endurgoldin av tryggingarfelagnum ella landinum, sbr. § 21, stk. 7, ella Vinnusjúkugrunninum fyri alt sjúkutíðarskeiðið, har tilburðurin er tryggjaður.

 

 

Orsøkin til hetta okkara uppskot er, at sum lógin nú er sett saman, verða einans dagpengar endurgoldnir, tá sjúkufrávera verður staðfest at vera orsakað av arbeiðsskaða ella vinnusjúku. Løn undir sjúku verður ikki endurgoldin.

 

 

Nógvir løntakarar hava ikki rætt til dagpengar, men hava ístaðin rætt til løn undir sjúku beinleiðis frá arbeiðsgevarinum, sum hendavegin átekur sær eina munandi sosiala skyldu. Hetta eigur tó ikki at merkja, at hesar útreiðslur arbeiðsgevarans skulu metast øðrvísi enn útreiðslur hjá Almannaverkinum, tá tað er talan um endurgjald úr eini tryggingarskipan, sum er áløgd arbeiðsgevarum.

 

Hetta er tí ein skeivleiki í lógini, sum avgjørt eigur at verða rættaður. Løn undir sjúku eigur ikki at vera stillað øðrvísi enn dagpengar, tá talan er um endurgjald sambært Abeiðsskaðatryggingarlógini. 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi