Tíðindi: Hoyringssvar Ι 17. september 2020
Uppskotið um at stytta arbeiðsvikuna

 

Uppskotið um at stytta arbeiðsvikuna til almenna hoyring

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Føroya Arbeiðgevarafelag hevur hesar viðmerkingar til uppskotið til samtyktar um at stytta arbeiðsvikuna.

 

Yvirskipað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at tað er trupult at síggja nakran fyrimun fyri vinnuna við at stytta arbeiðsvikuna, og felagið tekur tí ikki undir við hesum. Um Løgtingið kortini samtykkir uppskotið, er leisturin við trípartasamráðingum rætti vegurin at fara, og Føroya Arbeiðsgevarafelag luttekur sjálvsagt í hesum arbeiðið.

 

Í veruleikanum er arbeiðstíðin á privata arbeiðsmarknaðinum í Føroyum ikki nógv øðrvísi enn arbeiðstíðin á privata arbeiðsmarknaðinum í Danmark, tá hugt verður eftir effektivari arbeiðstíð. Niðanfyri eru nøkur dømi, sum lýsa hetta:

 

-   Fyri 20 árum síðani var arbeiðsdagurin í stóran mun frá kl. 8.00 til 17.00, harav ein tími døgurðasteðgur uttan løn. Í dag hava flestu arbeiðspláss, serliga innan framleiðslu og handverk, 20-30 minuttir matarsteðg á middegi umframt kaffisteðgir (fyrraparts- og/ella seinnapartsteðgir). Í flestu førum verður hetta tikið av arbeiðstíðini. Um steðgirnir samanlagt eru ein hálvan tíma um dagin, so er arbeiðsvikan áleið 37,5 tímar. Tí er arbeiðstíðin fyri flestu løntakarar í veruleikanum lækkað.

-   Innan sáttmálaøkið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag eru steðgir í arbeiðstíðini í summum førum ásettir í sáttmála (t.d. arbeiðarasáttmálin og matartíð) og í øðrum førum eru steðgir í arbeiðstíð ein siðvenja, sum hevur verið galdandi yvir eitt longri tíðarskeið.
-   Í Danmark siga sáttmálar á privata arbeiðsmarknaðinum, at arbeiðstíðin er 37 effektivar tímar. Tað vil siga, at samanlagt við steðgum er arbeiðsvikan tætt við 40 tímar.

 

Niðurstøðan er tí, at tað ber illa til at samanbera arbeiðsvikuna í Føroyum og Danmark, uttan hugt verður eftir effektivari arbeiðstíð. Orsøkin er, at í Danmark er arbeiðsvikan 37 tímar umframt steðgir, og í Føroyum er arbeiðsvikan 40 tímar við steðgum.

 

Ein fortreyt fyri at gera grundleggjandi broytingar á arbeiðsmarknaðinum er, at vinnan fær munandi fríari atgongd til arbeiðsmegi. Arbeiðsloysið í Føroyum er á metlágum støði, og arbeiðsgevarar fáa ikki starvsfólk til allar uppgávur. Verður arbeiðsvikan stytt, verður hesin trupulleikin enn størri.

 

Niðanfyri eru nøkur dømi, sum lýsa hetta:

-   Tað er trupult at fáa arbeiðsmegi frá øðrum londum. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur eisini víst á, at lóggáva og skipanirnar á økinum ikki virka til fulnar fyri føroyskar fyritøkur.
-   Hóast arbeiðsloysið hækkar, hava vit áður sæð, at fyritøkur hava avbjóðingar við at manna størv, sum krevja serligar førleikar ella royndir.
-   Fleiri vinnugreinar mangla starvsfólk í dag. Verður arbeiðsvikan stytt, verður hetta sum at leggja stein oman á byrðu. Til dømis verður framleiðslutíðin hjá útflutningsvinnuni neyvan stytt orsakað av, at arbeiðsvikan styttist. Føroyar eru ein útflutningstjóð, og hetta uppskotið kann beinleiðis ávirka kappingarføri í høvuðsvinnuni.
-   Eitt annað dømi kann verða handilsvinnan. Handlar skulu framvegis hava opið, og rákið uttanlands er longri upplatingartíðir, tí kundar krevja størri fleksibilitet. Onnur dømi um arbeiðsøki, sum beinleiðis verða neiligt ávirkað av manglandi arbeiðstímum eru eldraøkið, heilsuverkið og ansingarøkið.

 

Afturat hesum eru avleiðingarnar av at stytta arbeiðsvikuna alt ov ógreiðar. Føroya Arbeiðsgevarafelag saknar kanningar og greiningar, sum viðgera vinnugreinar og viðurskifti, sum líkjast tí føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tær fyritøkur, sum mangan verður víst til, hava gjørt hissini royndir við at stytta arbeiðsvikuna, hava umframt at stytt arbeiðsdagin, eisini tikið onnur stig sum m.a. gera, at starvsfólkið verður minni ógrógvað í arbeiðsdegnum.

 

Talan er um eitt samansett mál, og tí er neyðugt at vita meira um avleiðingarnar, áðrenn farið verður undir at broyta lóggávuna.

 

Lógaruppskotið leggur upp til, at fólk ikki fara niður í løn, og arbeiða sama tímatal. Harvið er uppskotið í veruleikanum ein økt lønarútreiðsla til arbeiðsgevaran, ella ein goymd lønarhækking til løntakaran og hesum tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki undir við.

 

Búskaparráðið hevur víst á, at hetta uppskotið er eitt stig tann skeiva vegin í mun til haldføri í tí føroyska búskapinum. Harnæst er lítið samsvar millum tilmælið um at hækkað eftirlønaraldurin og samstundis stytta arbeiðsvikuna, sum peika í hvør sín rætning í mun til avbjóðingina við, at vit gerast færri fólk á arbeiðsmarknaðinum.

 

Gongdin seinastu árini hevur eisini verið, at effektiviteturin á arbeiðsmarknaðinum er komin arbeiðstakaranum til góða, tí reallønin er munandi størri í dag, samanborið við 1980, tá 40 tímar arbeiðsvika var ásett við lóg. Hetta bendir á, at skipanin millum partarnir á arbeiðsmarknaðinum virkar, og partarnir gera tillagingar, sum passa til tann føroyska arbeiðsmarknaðin.

 

Niðurstøðan hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag er tí, at felagið tekur ikki undir við uppskotinum.

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi