Tíðindi: Hoyringssvar Ι 06. oktober 2020
Uppskot til løgtingslóg um løggilding av elinnleggjarafyritøkum til hoyringar

 

Uppskot til løgtingslóg um løggilding av elinnleggjarafyritøkum til hoyringar

 

Svar frá Føroya Handverksmeistarafelag

 

Føroya Handverksmeistarafelag hevur fyri aðru ferð fingið uppskot til løgtingslóg um løggilding av elinnleggjarafyritøkum til hoyringar. Eins og seinast vil Føroya Handverksmeistarafelag vísa á, at lógin undirgrevur trygdina og avlagar kappingina í vinnugreinini.

 

Endamálið við lógini er at hava tryggar el-innstallatiónir. Tí er tað undranarvert, at tað verður lóggivið uttan at seta  førleikan at fremja el-arbeiðið í hásætið. Fyri Føroya Handverksmeistarafelag sær tað út sum um, at trygdin verður niðurraðfest  og kappingin avlagað.  

 

Talan er ikki um eina lóg við atliti at trygd, men um eina kappingarlóg, sum tó ikki fremur kapping, men heldur undirgrevur kappingina, av tí at fríyrkis elinnleggjarar ikki nýtast at rinda tær útreiðslur, sum standast av at reka eina fyritøku.

 

Tað eru góðar orsøkir fyri, at tað hevur verið krav um fastan bústað í Føroyum, og at løggildarin er fulltíðarsettur minst 30 tímar í starvi á virkinum, sum hann er løggildur ábyrgdari í. Tað er órímuligt at vanligar føroyskar el-fyritøkur skulu hava ávísar ábyrgdir, sum teirra kappingarneytar ikki hava.

 

Tað eru serliga trý viðurskiftir, sum eru alneyðug at broyta áðrenn hendan lógin kann lýsast:

 

1. Fastur bústaður í Føroyum
2. Avtaka frítíðarløggildingar
3. Áseta krav um, at bert útbúnir elektrikarar kunnu fáa løggilding

 

Fastur bústaður í Føroyum

Tá ein el-innstallatión verður gjørd, er tað alneyðugt, at el-innstallatørurin er til at fáa fatur á og tøkur skjótt at koma á eitt byggipláss ella bygning, eisini tá arbeiðini eru liðug. At tað í lóggávu verður gjørt møguligt at innflyta el-inntallatørar at gera arbeiði, og har hesir so fara av landinum aftur, er burtur við. Hesin arbeiðsháttur er ótryggur, og tað er ikki til at skilja, at landsins myndugleikar skuldu ynskt hetta. Somuleiðis vil hetta merkja, at serliga størri el-arbeiðir verða útveitt til útlendskar fyritøkur, við tí úrsliti, at føroyskar fyritøkur sita við viðlíkahaldinum.

 

Føroya Handverksmeistarafelag vísti á í januar, tá hetta lógaruppskotið eisini var til hoyringar, at tað er løgið, at landsstýrið við vilja lækkar gáttina fyri útlendingum, tá tað er sera trupult hjá føroyskum el-innstallatørum at fáa løggilding í nøkrum øðrum landi.

 

Neyðugt er hjá el-innleggjaranum at hava fastan bústað í Føroyum.

 

 

Avtak frítíðarløggildingar

Í januar var eitt hugtak í lógini kallað fríyrkis-elinnleggjarar. Í hesum lógaruppskotinum verður tað kallað fyri hjávinnu-elinnleggjarar. Málsligar broytingar hjálpa tíverri ikki uppá innihaldsliga trupulleikan. Tað er framvegis ikki nóg trygt, at tann sum ger el-installatiónir ikki er vanur við hetta arbeiðið.

 

Í øðrum londum, eitt nú í Noregi og Danmark, er farið burtur frá fríyrkisløggildingum, tí mett verður ikki, at hetta er nóg trygt. Hví man so velur at fara inn á hesa  ótryggu leið í Føroyum, skilur Føroya Handverksmeistarafelag als ikki. Tað tykist sera løgi og illa umhugsað, at lóggivið verður til fyrimuns fyri fríyrkis-innleggjarum, sum máa støðið undan vinnuligum el-innleggjaravirksemi.

 

Tað er av alstórum týdningi fyri búskapin og kappingarførið í landinum, at el-fyritøkurnar framhaldandi mennast í hesum tíðum, tí tøkniliga menningin er stór. Hetta kann bert gerast við at hava el-virkir, sum aktivt kappast á jøvnum føti . Ein treyt fyri hesum er, at lægsti felagsnevnari er á hægri støði, enn lógaruppskotið leggur upp til.

 

Hesin parturin eigur at strikast úr lógini.

 

Áseta krav um at bert útbúnir elektrikarar kunnu fáa løggilding

Eisini tykist tað undarligt, at ein maskinmeistari, sum ikki hevur verið í læru sum elektrikari, kann gerast el-innleggjari. Er handverksútbúgvingin sett til síðis? Føroya Handverksmeistarafelag hevði roknað við, at mann ruddaði út í hesum óskili. Føroya Handverksmeistarafelag stúrir fyri, at elektrikara útbúgvingin verður undirgrivin, um lógin verður samtykt, soleiðis sum hon er orðað.

 

Neyðugt er við áseting í lógini um, at el-innleggjari frammanundan er elektrikara lærdur.

 

Samanumtikið

Yvirskipað, vil Føroya Handverksmeistarafelag enn einaferð vísa á, at hetta er ikki ein lóg við atliti til trygd, men ein, sum sýnist at hava til endamáls at fremja kappingina á el-installasjónsøkinum.

 

Føroya Handverksmeistarafelag er av tí áskoðan, at el-arbeiðir skulu bjóðast út eftir einum væl útarbeiddum útboðstilfari, har fokus er á trygdina og góðskuna, men kappast verður um prísin. Hetta er besti háttur at fáa góða góðsku fyri lægsta prís. Tíverri sær tað út til, at hendan lógarbroytingin leggur upp til, at trygdin í el-innstallatiónum kemur í aðru rekkju.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi