Tíðindi: Hoyringssvar Ι 29. september 2020
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu til ummælis

 

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

 

Svar frá Handilsvinnufelagnum

 

Viðmerkingar til broytingar í ferðslulógini­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Handilsvinnufelagið hevur fingið til viðmerkingar frá Fíggjarmálaráðnum lógaruppskot um broytingar í ferðslulógini.

 

Handilsvinnufelagið fegnast um broytingarnar í § 11 b, stk. 5 og stk. 6, har heimild verður givin oljufeløgum og eykalutasølum at fáa atgongd til elektroniskar upplýsingar úr akfarsskránni hjá Akstovuni.

 

Handilsvinnufelagið hevur í longri tíð víst á tørvin, hjá serliga bensinstøðunum, at fáa hesa atgongd, tí tað hendir dagliga, at bilførarar gloyma at rinda rokningina, tá ið teir hava fylt brennievni á bilin í onkrari av bensinstøðunum kring landið.

 

Bensinstøðirnar mugu í hvørjum einstøkum føri senda teldubræv til Akstovuna fyri at finna fram til eigaran av bilinum, og tað tekur vanliga fleiri dagar at avgreiða.

 

Hetta er ein óneyðuga tung og ótíðarhóskandi umsiting í okkara talgilda samfelag, har tað eru møgu­leikar at geva vinnuni smidligari og lættari atgongd til talgildar upplýsingar.

 

Í grundgevingunum fyri at geva bensinstøðunum talgilda atgongd, hevur Handilsvinnufelagið m.a. víst á, at vit hava so nógvar aðrar líknandi skráir, ið geva fría talgilda atgongd til ognarupplýsingar.

 

Inni á kortal.fo er frí almenn atgongd til persónligar upplýsingar um eigaraviðurskifti á øllum matriklum í Føroyum. Inni á Teyggjuni er somuleiðis frí almenn atgongd til persónlig eigara­viður­skifti á øllum bátum og skipum í Føroyum.

 

Handilsvinnufelagið hevur víst á, at tað eiga at vera gjøgnumskygdar mannagongdir og objektiv krøv, sum geva atgongd til akfarsskránna, har somu treytir eru galdandi fyri allar fyritøkur, líkamikið um tær eru privatar ella almennar.

 

Í grannalondum okkara ber til at fáa talgilda atgongd til skrokknummar á einum akfari við at upplýsa nummar­spjaldur, og soleiðis eigur tað eisini at vera hjá okkum.

 

Í Svøríki er aðalreglan, at øll skulu hava atgongd til almennar skráir. Í Danmark gjørdist at­gongd­­in til akfars­skránna almenn og meira gjøgnumskygd við talgildingini av motorskránni.

 

Handilsvinnufelagið fegnast tí um, at politiska skipanin hevur tikið grundgevingarnar hjá Handils­vinnu­felagnum til eftirtektar, og at lands­stýris­­maðurin í fíggjarmálum nú fer at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum gevur tal­gilda atgongd til akfarsskránna.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi