Tíðindi: Ferðavinna Ι 05. oktober 2020
Henny á Líknargøtu heldur fram sum forkvinna í Ferðavinnufelagnum
Eftir aðalfundin, sum var tann 14 september, hevur nevndin í Ferðavinnufelagnum skipað seg. Henny á Líknargøtu heldur fram sum forkvinna og Árni Olsen heldur fram sum næstformaður.

Nevndin í Ferðavinnufelagnum er sostatt mannað av Henny á Líknargøtu, Smyril Line, Árna Olsen, Atlantic Airways, Aleth Nielsen, Gist og Vist, Sakaris Frederiksen, Fonn Flog, Hans Jákup Kollslíð, HK Bussar og Tórstein Christiansen, Hilton Garden Inn, sum er tiltakslimur.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi