Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 12. oktober 2020
Internet of things í Føroyum
Í Føroyum eru vit við á fremstu røð, tá tað kemur til tøkni og íverksetan. Í farnu viku skipaði KT-felagið fyri heimleiðistiltakið um Internet of things, har tríggjar føroyskar fyritøkur greiddu frá um sítt virksemi.

 

Eldratøkni

Fyritøkan Nemlia arbeiðir við eldratøkni. Vit gerast fleiri og fleiri eldri, samstundis sum at alstórt trot er á umsorganarpersónum og ellis- og røktarheimum. Ólavur Ellefsen, stjóri í Nemlia, greiddi frá, hvussu Nemlia nýtir tøknina at hjálpa eldri borgarum at vera trygg og virkin longri.

 

Grønir fingrar

Jesper Markling og Jesper Svenningsen hava stovnað fyritøkuna Næla, sum nýtir tøknina at dyrka burðardygt og vistfrøðiligt grønmeti og kryddarí innandura við at nýta hydroponskan arbeiðshátt.

 

Teir báðir Jesper greiddu frá um, hvussu Føroyar kunnu gerast munandi meira sjálvforsýnandi við grønmeti á hendan hátt.

 

Globe Tracker

Felagið Globe Tracker veitir útgerð, sum verður sett á og í kølibingjur. Hetta eru telduskipanir til eftirlit og stýring. Jákup Lamhauge frá Globe Tracker greiddi frá skipanini, og hvussu fyritøkan hevur bygt seg upp. Globe Tracker veitir samskiftiseindir, ið verða settar á kølibingjur og knýttar í køliskipanina. Sensorar verða lagdir í bingjurnar og skráseta hurðaupplating, fukt, ljós, hita, sjokk, rørslu, v.m. Síðani hevur Globe Tracker KT-loysnir (telduskipanir og appir), ið geva yvirlit og ávaringar, kunnu stýra kølingini og knýtast í innanhýsis skipanir hjá flutningsfeløgunum.

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi