Tíðindi: Hoyringssvar Ι 20. oktober 2020
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Broytt tillagað starv, nýggj javning o.a.)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Broytt tillagað starv, nýggj javning o.a.)

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Hoyringsskriv um broytingaruppskot um arbeiðsfremjandi tiltøk­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Víst verður til broytingaruppskot í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum er lagt fyri løgtingið tann 30. september 2020.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag vil staðiliga átala, at broytingaruppskot verða løgd fyri løgtingið uttan at hava verið til hoyringar hjá viðkomandi pørtum frammanundan.

 

Harnæst er støða felagsins, at neyðugt er at tryggja, at lógaruppskotið ikki brýtur ST sáttmálan fyri tey, ið bera brek.

 

Ein grundregla á arbeiðsmarknaðinum er, at løntakarin fær løn eftir tí sáttmála, sum hann er fevndur av. Hetta er knýtt at arbeiðinum, sum løntakarin fremur. Tað er undranarsamt, at hetta ikki skal verða galdandi fyri útgjaldspartin hjá Almannaverkinum í mun til tey, ið hava skerdan arbeiðsførleika.

 

Lóggáva sum henda eigur at endurskoðast og tillagast við millumbilum fyri at tryggja, at lóggávan ikki gongur ímóti vanligum arbeiðsmarknaðarpolitiskum endamálum, so sum, at tað skal loysa seg at arbeiða og hjá fólkið at taka útbúgving o.l.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur áður víst Almannaverkinum á, at skipanin við tillagaðum starvi eigur at hava møguleika fyri, at løntakari fær viðbót omaná grundløn sína frá arbeiðsgevaranum, uttan at hetta ávirkar útgjaldið frá Almannaverkinum. Hetta er ein trupulleiki við verandi skipan orsakað av, at summi eru sett eftir minimumsáttmála og onnur eftir einum normalsáttmála.

 

Kollektivir sáttmálar á privata arbeiðsmarknaðinum eru minimumsáttmálar. Hetta merkir, at kollektivi sáttmálin ásetir minimumstreytir so sum grundløn. Síðani kunnu arbeiðsgevarar samráðast við løntakaran um viðbøtur og aðrar ágóðar. Hetta styrkir um kappingarføri hjá fyritøkum, at arbeiðsgevarar kunnu løna fólkum eftir førleikum, royndum, arbeiðsuppgávum og ábyrgd.

 

Viðbøtur verða í stóran mun ikki nágreinaðar í sáttmálum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, tí endamálið er nevniliga, at hetta skal kunna avtalast lokalt millum løntakara og arbeiðsgevara. Sostatt eru viðbøtur ein óbeinleiðis partur av sáttmálunum. Hetta er vanligt innan t.d. skrivstovu-, handils- og handverksvinnuna, men eisini fyri fleiri ófaklærd arbeiðsfólk.

 

Kollektivir sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum eru normalsáttmálar. Hetta merkir, at allar viðbøtur eru ásettar í sáttmálanum, og arbeiðsgevarin hevur ikki heimild at lata viðbøtir, ið eru betri enn ásetingarnar í sáttmálanum. Hetta er ein grundleggjandi munur millum minimum- og normal sáttmálar.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag veit um fleiri dømi, har starvsfólk hevur fleiri ára royndir í fyritøku og fær eina viðbót omaná grundlønina fyri serligar royndir og førleikar. Tá starvsfólkið fekk skerdan arbeiðsførleika, varð ikki gjørligt hjá arbeiðsgevara at rinda viðbót longur. Hetta merkir, at starvsfólk, sum arbeiða á privata arbeiðsmarknaðinum, eru fyri vanbýti, tí kollektiva sáttmálaskipanin merkir, at til ber hjá almennum arbeiðsgevarum at lata viðbøtir, tí hesar eru partur av normalsáttmálum, men privati  arbeiðsgevarin kann ikki tað sama, tí hesar eru ikki partur av minimumssáttmálum.

 

Tí skjýtur Føroya Arbeiðsgevarafelag upp, at skipanin við tillagaðum starvi gevur møguleika fyri, at privatir arbeiðsgevarar kunnu geva starvsfólki viðbót omaná grundlønina, uttan at hetta ávirkar útgjaldið frá Almannaverkinum.

 

Somuleiðis mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at um skipanin verður tillagað, at hetta verður gjørt soleiðis, at skipanin m.a. framhaldandi eggjar fólki í tillagaðum starvi at átaka sær arbeiði og meirútbúgving.  

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi