Tíðindi: Hoyringssvar Ι 20. oktober 2020
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Arbeiðsgevarapartur longdur)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Arbeiðsgevarapartur longdur)

 

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Hoyringsskriv um broytingaruppskot um dagpening vegna sjúku­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Víst verður til broytingaruppskot í løgtingslóg um dagpening, sum er lagt fyri løgtingið tann

30. september 2020.

 

Fyrst vil Føroya Arbeiðsgevarafelag staðiliga átala, at lógarbroytingar verða lagdar fyri løgtingið uttan at hava verið til hoyringar hjá viðkomandi pørtum frammanundan.

 

Broytingin í dagpeningaskipanini er at flyta útreiðslur frá landskassanum yvir á arbeiðsgevarar, og hetta verður gjørt uttan hoyring ella umrøðu av málinum yvirhøvur. Føroya Arbeiðsgevarafelag mótmælir slíkari mannagongd.

 

Viðmerkingarnar snúgva seg um økta gjaldið, samanbering av skipanunum í Norðurlondum, avbjóðingar við dagpeningaskipanini og lógarverkið um løn undir sjúku sum heild.

 

Talan er um eitt uppskot, sum áleggur føroyskum arbeiðsgevarum eina munandi eykaútreiðslu í mun til verandi skipan. Ein eykarokning uppá tveir dagar til arbeiðsgevaran svarar til umleið eitt kvart prosent av samlaðu lønarútreiðslunum. Hetta er ein munandi óvæntað útreiðsla, sum her verður flutt út til arbeiðsgevaran at rinda.

 

Í viðmerkingunum er ein talva, sum lýsir arbeiðsgevaratíðarskeiðið í Norðurlondum. Talvan vísir, at føroyskir arbeiðsgevarar rinda tveir sjúkradagar, meðan hini londini rinda millum 10  og 30 sjúkradagar. Eisini verður sagt, at yvirskipað ber ikki til at samanbera skipanirnar í Norðurlondum, og hesum eru vit í Føroya Arbeiðsgevarafelag púra samd í. Um bert verður hugt eftir talvuni kann tykjast sum um, at skynsamt er at leingja arbeiðsgevaratíðarskeiðið í Føroyum fyri at líkjast øðrum Norðurlondum. Tó er sera týðandi at vísa á, at hini londini hava tryggingarskipanir, har arbeiðsgevarar kunnu  tryggja seg ímóti at rinda fyri sjúkradagar. Hetta er ein grundleggjandi munur millum londini, og tí ber ikki til at samanbera skipanirnar.

 

Arbeiðsgevarar fýlast frammanundan á, at starvsfólk mangan koma til skaða í starvi hjá øðrum arbeiðsgevara (framíhjáarbeiðið), og at høvuðsarbeiðsplássið fær rokningina fyri 1. og 2. sjúkradag. Henda broyting ger ta støðuna enn verri.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ta áskoðan, at sjúkradagpeningur eru partur av eini størri heild í mun til lóggávu, kollektivar sáttmálar og skipanir á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tí er loysnin ikki at broyta ein ítøkiligan lut, í hesum føri dagpeningaskipanina, men heldur eiga skipanir viðvíkjandi sjúku og løn at vera viðgjørdar í eini størri heild. Føroya Arbeiðsgevarafelag luttekur fegin í arbeiðinum at endurskoða regluverkið um sjúku og løn yvirskipað á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

 

Føroyskir arbeiðsgevarar taka í høvuðsheitum stóra sosiala ábyrgd við at hava fólk í starvi, sum hava eitthvørt at stríðast við. Um fortreytirnar versna munandi, við at kostnaðurin av at hava hesi fólk í starvi økist, er sannlíkt, at arbeiðsgevarar ikki longur ynskja, at hava hesi starvsfólk í starvi. Vit meta ikki, at rætta leiðin er at gera tað truplari hjá arbeiðsgevarum at hava starvsfólk við nógvari sjúkrafráveru í starvi. Um sjúkradagar gerast ov kostnaðarmiklir fyri arbeiðsgevaran, kann hetta merkja, at løntakarar við nógvum sjúkradøgum verða trýstir út av arbeiðsplássinum. Tey, ið eru fevnd av dagpeningaskipanini, eru vanliga tímalønt. Í summum førum eru tímalønt leyst knýtt at arbeiðsplássinum, og avleiðingin kann tí verða, at hesi eru í vanda fyri at missa starvið, um sjúkrafráveran verður ov stór. Uppskotið um at tvífalda endurgjaldsútreiðslurnar hjá arbeiðsgevaranum kann tí hava óhepnar fylgjur. Umráðandi er í hesum sambandi, at tað ikki verður ov trupult hjá arbeiðsgevarum at hava fólk í starvi.

 

Føroyar hava eitt tað hægsta arbeiðsvirkni, sum vit kenna til. Orsøkirnar eru nokk fleiri, m.a. at føroyingar eru sera raskir at arbeiða, at arbeiðsgevarin tekur sosial atlit, og at kostnaðurin ikki er ov høgur, at hava tey, sum eru rakt av sjúku til arbeiðis. Uppskotið um at leingja arbeiðsgevaratíðarskeiðið í samband við dagpening vil óiva ávirka arbeiðsvirkni, og tá er spurningurin um nakað er vunnið.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag er sannført um, at avleiðingin av hesi broytingini í dagpeningalógini verður, at tað gerst enn torførari hjá arbeiðsgevarum í framleiðsluvinnuni kring landið at fáa mannað størvini. Og serliga vil hetta raka flakavirkini.

 

Við hesum grundgevingum tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki undir við, at uppskotið um at leingja arbeiðsgevarapartin verður samtykt.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi