Tíðindi: Ferðavinna Ι 23. november 2020
Nýtt átak - Fundist í egnum landi
Ferðaskrivstovur, gistingarhús og upplivingarfyritøkur hava sett saman spennandi og øðrvísi fundarpakkar til føroyska marknaðin.

Undir vanligum umstøðum høvdu útlendskir vinnuferðavinnugestir fylt gistingar- og fundarhølini vetrarhálvuna.

 

Tey høvdu notið hentleikarnar, náttúruna og upplivingarnar, vit hava í Føroyum. Men so er ikki í ár. Hetta árið er øðrvísi hjá øllum, og hetta átakið skal eggja til, at føroyskar fyritøkur, arbeiðspláss, stovnar, felagsskapir osfr. fáa íblástur til at royna hesar upplivingar og fundast í egnum landi á ein øðrvísi hátt enn vanligt. 

 

Flest øll arbeiðspláss hava framvegis mál, sum skulu viðgerast, starvsfólk, sum skulu røkjast, og úrslit sum skulu feirast. Átakið vísir á, at í Føroyum eru fundarstøð og útferðarfyriskiparar við dugnaligum starvsfólkum til reiðar at taka ímóti og gera samskipanina og karmarnar so góðar og tryggar sum gjørligt.

 

Á heimasíðuni Fundist í egnum landi ber til at síggja pakkar við øðrvísi fundum í Føroyum. 

 

Tað er Visit Faroe Islands, sum skipar fyri átakinum saman við ferðavinnuveitarunum.

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi