Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 07. desember 2020
#Rita1tíma byrjar í dag
Stuttliga og læruríka tiltakið #Rita1tíma verður aftur í ár. KT-felagið bjóðar øllum næmingum at forrita í ein tíma.

Í ár verður forritað í tvær vikur millum 7. - 18. desember 2020. Man luttekur við at fara inn á www.rita.fo, velja eitt uppgávusett og forrita. Tilfarið er á føroyskum og er serliga ætlað fólkaskúlanæmingum.

 

#Rita1tíma er altjóða átakið Hour of Code, sum KT-felagið hevur tikið til sín, umsett til føroyskt mál og bjóðað út til fólkaskúlan. Tiltakið snýr seg í stuttum um, at allir næmingar skulu sleppa at royna at forrita. Hetta verður gjørt á stuttligan og læruríkan hátt í ein tíma.

 

Í ár verður forrita í blokkspølum, sum eru ein røð av námsfrøðiligum spølum. Tey eru ætlað til børn, ið ikki hava nakrar royndir innan forritan.

 

Kapping

Eins og í fjør skipar KT-felagið fyri kapping millum allar skúlaflokkar, sum #Rita1tíma. Í fjør vann 6.b á Skúlatrøð.

 

Tað einasta, sum flokkurin skal gera fyri at luttaka er at skráseta seg her.  

Vinningurin er ein túrur í biograf fyri allan flokkin. – Seinasta freist at forrita er fríggjadagin 18. desember.

 

KT-felagið trekkir lut millum allar flokkar, sum forrita, tann 21. desember.

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi