Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 07. desember 2020
Koronavaksinan birtir ljós fyri framman
Nú ein koronavaksina er á gáttini eru eisini útlit fyri, at koronatiltøkini fara at verða linkaði, soleiðis at allur heimurin spakuliga kann venda aftur til ein meira vanligan gerandisdag. Koronavaksinan fer tó ikki at bøta ringastu skaðarnar av koronatiltøkunum aftur í bræði.

Hóast koronafarsóttin ikki er ein búskaparkreppa, so hava avleiðingarnar av koronafarsóttini og tiltøkunum at forða smittuni at spjaða seg, rakt heims­bú­skapin sera meint. IMF metti fyrr í ár, at búskaparligu avleiðingarnar av koronafarsóttini eru nógv ógvusligari enn nakar annar skelkur, sum er skrásettur í heims­búskapinum í nýggjari tíð ella í friðar tíð yvirhøvur.

 

Koronakreppan er eisini meira umfatandi enn aðrar kreppur, ið hava rakt heimsbúskapin í nýggjari tíð. Undir fíggjarkreppuni, sum breyt út í 2009,  minkaði búskaparliga virksemið í 60% av heimsins londum, men í ár verður mett, at 90% av heimsins londum fara at merkja sviðan av koronakreppuni við fallandi búskaparligum virksemi.

 

Framgongd var í búskaparliga virkseminum í stórum parti av heiminum eftir drúgvu avleiðingarnar av fíggjarkreppuni, tá ið tiltøkini at forða koronasmittuni at spjaða seg, brádliga og uttan aðra ávaring, læstu stórar partar av heimssamfelagnum niður.

 

Koronatiltøkini noyddu ferðaskrivstovur, matstovur og aðrar undirhaldsvinnur at venda kundunum í hurðini og biðja teir koma aftur, tá ið tamarhald er fingin á koronasmittuni. Fleiri kundar hava brúkt feriupengarnir aðrastaðni, men væntandi fara kundarnir at venda aftur til ferðaskrivstovurnar og matstovurnar, tá ið hesar kunnu taka ímóti teimum aftur.   

 

Í Føroyum hevði ferðavinnan vónir um stóra framgongd og var tí í holt við stórar íløgur, tá korona­tiltøkini brádliga læsti ferðavinnuna niður. Eisini føroyska fiskivinnan hevur verið hart rakt av korona­tiltøkunum, sum hava læst nógvar útlendskar marknaðir niður, soleiðis at føroyskir fiskaútflyta­rar ikki eru slopnir av við sínar vørur.

 

Føroyska botnfiskavinnan er nógv harðari rakt og er nógv verri fyri nú, enn hon var, tá ið fyrsta smittubylgjan hevði gjørt um seg í tíðliga í vár. Avleiðingarnar av koronatiltøkunum hava rættiliga bitið seg fastar í fiskivinnuna, og tað fer tí at taka drúgva tíð hjá vinnuni at koma upp undan aftur.

 

Hesar skaðar fer koronavaksinan ikki at loysa aftur í bræði, men vónandi er koronavaksinan byrjanin til at útflutningsmarknaðirnir fara at stabilisera seg aftur komandi árið.

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi