Tíðindi: Sáttmálasamráðingar Ι 09. desember 2020
Sáttmáli undirskrivaður við Starvsmannafelagið um Føroya Tele
Karmurin er tann sami, sum onnur feløg hava fingið í hesum samráðingarumfarinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Talan er um ein tvey ára sáttmála. Í samráðingarumfarinum, sum byrjaði við samráðingunum við arbeiðarafeløgini fyrr í ár, er lønarhækkingin fyrra árið býtt yvir 9 mánaðir, men í semjuni við Starvsmannafelagið verður hækkingin býtt yvir 12 mánaðir, og lønarhækkingin í prosentum lækkar samsvarandi. Karmurin fyri Starvsmannafelagið er sostatt tann sami, sum onnur feløg hava fingið í hesum samráðingarumfarinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Lønarhækkingin er í sáttmálaskeiðnum soleiðis:

 

1. januar 2021 hækkar lønin við 1,5375%.

1. januar 2022 hækkar lønin fyrst við 0,5125% roknað av lønini ultimo 2020, og við støði í hesum hækkar lønin síðani við 1,25% somuleiðis 1. januar 2022.

 

Á henda hátt fær Starvsmannafelagið neyvt somu hækking sum onnur á sáttmálaøkinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag. 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi