Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 14. desember 2020
#Rita1tíma heldur fram hesa vikuna
Skúlaflokkar hava framvegis møguleika at luttaka í #Rita1tíma hesa vikuna. Á stuttligan hátt sleppa næmingar at royna at forrita.

Tað er KT-felagið, sum stendur fyri føroysku útgávuni av altjóða átakinum Hour of Code, sum í stuttum snýr seg um, at allir næmingar skulu sleppa at royna at forrita. Hetta verður gjørt á stuttligan og læruríkan hátt í ein tíma. Man luttekur við at fara inn á www.rita.fo, velja eitt uppgávusett og forrita. Tilfarið er á føroyskum og er serliga ætlað fólkaskúlanæmingum.

 

Uppgávuspølini, sum eru á føroyskum, geva næmingum innlit í hvussu forritan og skipanir rigga. Hetta er grundleggjandi vitan fyri at skilja talgilda heimin.

 

Kappingin

Eins og í fjør skipar KT-felagið fyri kapping millum allar skúlaflokkar, sum #Rita1tíma. Í fjør vann 6.b á Skúlatrøð.

 

Tað einasta, sum flokkurin skal gera fyri at luttaka er at skráseta seg her.

  

Vinningurin er ein túrur í biograf fyri allan flokkin. – Seinasta freist at forrita er fríggjadagin 18. desember.

 

KT-felagið trekkir lut millum allar flokkar, sum forrita, tann 21. desember.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi