Tíðindi: Handilsvinna Ι 17. desember 2020
Hjálpi okkum at gera jólahandilin so tryggan sum møguligt
Fyri at verja starvsfólk og kundar, nú jólagávurnar skulu fáast frá hondini, fer Handilsvinnufelagið at minna fólk á nýggjastu koronatilmælini frá føroysku myndugleikunum.

Tað hevur alstóran týdning, at fólk vísa atlit til starvsfólk og onnur viðskiftafólk. Minnist til at spritta og halda fjarstøðu. Ábyrgdin liggur hjá hvørjum einstøkum.

 

Um nógvir kundar eru í handlinum, so er best eisini at brúka munnbind og at bera skjótt at.

 

Útisetar og ferðafólk annars, sum koma heim til jóla, mugu virða tilmælini frá føroysku myndug­leikunum, um ikki at fara til handils, fyrr enn tey hava fingið eina negativa 6. dags kanning.

 

Hesi kunnu keypa umvegis føroysku nethandlarnar ella biðja onkran annan keypa fyri seg, meðan tey eru í heimauppihaldi.

 

Summir handlar eru smáir og neyðugt er tí at avmarka, hvussu nógv fólk kunnu vera inni í senn, fyri at kunna halda fjarstøðuna.

 

Handilsvinnufelagið mælir annars øllum til at taka smittuvandan í størsta álvara, og fylgja tilmælunum frá myndugleikunum, soleiðis at vit øll framhaldandi kunnu standa saman fyri at avmarka og forða koronasmittuna at spjaða seg. Tað hava vit megna væl higartil, og lat okkum tí halda fram við jaligu gongdini.

 

Handilsvinnufelagið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi