Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 21. desember 2020
#Rita1tíma vinnarin
Í sambandi við #Rita1tíma átakið hevur KT-felagið trekt lut ímillum allar luttakandi skúlaflokkarnar.

Fimta árið á rað, hevur KT-felagið skipað fyri #Rita1tíma. Tað er avgerandi fyri unga ættarliðið, at tey kenna og hava kontroll á tøknini. Við #Rita1tíma fáa børn og ung høvi at forrita í ein tíma á ein stuttligan og læruríkan hátt.

 

Tað er altjóða tiltakið Hour of Code, sum KT-felagið er partur av. KT-felagið hevur umsett part av tilfarinum fyri at geva børnum og ungum í Føroyum betri atgongd at læra at forrita. Talan eru um blokkaspølini, sum eru ein røð av námsfrøðiligum spølum. Hesi spølini eru eisini væl egnaði til foreldur og børn heima við hús. Á www.rita.fo ber til at lesa meira um blokkaspølini.

 

Sum partur av #Rita1tíma tiltakinum skipaði KT-felagið fyri lutakasti millum allar luttakandi skúlaflokkar um ein túr í biograf fyri allan flokkin. Vinnarin gjørdist 6. a í Hoyvíkar skúla.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi