Tíðindi: Hoyringssvar Ι 25. januar 2021
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um miðlastuðul til hoyringar

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um miðlastuðul

 

Svar

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fylgjandi yvirskipaðar viðmerkingar til uppskot til broyting í løgtingslóg um miðlastuðul.

 

Fjølmiðar er týdningarmikil partur av demokratinum. Møguleikin til at taka samfelagsviðurskifti kritiskt til viðgerðar í armslongd frá politisku skipanini er ein týðandi trygd hjá borgaranum í landinum, umframt at viðvirka til, at allar samfelagsins institutiónir leggja seg eftir at arbeiða munagott til frama fyri landið og borgarum tess.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur sum útgangsstøði, at stuðulsskipanir til vinnuligt virksemi ikki eru hepnar og hava ofta ótilætlaðar avleiðingar og í hesum føri miðlastuðulin kann seta óheftnið hjá miðlunum í vanda.

 

Uppskotið til broyting í miðlastuðlinum, leggur upp til, at miðlastuðulin framyvir skal verður útgoldin til verkætlanir, sum miðlarnir verkseta, hetta fyri at hækka um dygdina í journalistiska arbeiðnum. Hóast tað er ein positivur tanki at vilja hækka um dygdina í journalistiska arbeiðinum, er tað ein spurningur um lógaruppskotið røkkur endamálinum, og hvussu tað kann fáast at rigga í praksis.

 

Vanliga arbeiða miðlar ofta við aktuellum málum, sum taka seg upp. Lógaruppskotið leggur upp til, at miðlarnir í størri mun skulu arbeiða í verkætlanum. Í tí dagliga eru tað hvørki umstøður ella stundir til at søkja um miðlastuðul til dagliga redaktiónsvirksemi. Føroya Arbeiðsgevarafelag sær ikki, hvussu verkætlanararbeiðið skal styrkja redaktiónina hjá miðlunum og als ikki um so er, at tað ikki eru starvsfólk, sum burturav arbeiða á miðlunum, sum arbeiða við hesum verkætlanum.

 

Um man so skal søkja og fáa svar, áðrenn man kann fara undir eina verkætlan, kann tað vera, at málið er óaktuelt, tá svar er komið. Tó at tað í viðmerkingunum til lógina er ásett, at talan verður um “fleiri” umsóknarumfør um árið, so má roknast við, at talan kann gerast um drúgva tíð, áðrenn farast kann undir eina verkætlan. Spurningurin er eisini, um nakar miðil torir at seta nakran í fast starv, tá tað er so óvist, um roknast kann við stuðlinum. Tí kann tað henda, at redaktiónirnar minka í vavi, tá tað ikki longur kann roknast við almenna miðlastuðlinum, og at tað í størri mun verða free-lance starvsfólk, sum verða brúkt.

 

Harumframt verður nakað at umsiting av at skula skriva umsóknir og rapportera inn til miðlastuðulsnevndina, tá verkætlanin er endað.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at landsstýrismaðurin eigur at umhugsa at gera eina eftirmeting av verandi miðlastuðulsskipan saman við føroysku miðlunum, har tað eisini verður kannað, hvussu miðlastuðulin í grannalondunum er skipaður.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur somuleiðis, at ein greið fortreyt fyri at gera hesa umlegging er, at miðlastuðulsnevndin, sum skal viðgera umsóknirnar er óheft politisk, og at umsitingin av hesi játtan í einum og øllum er óheft av umsitingini í Mentamálaráðnum, og kundi onnur stuðulsumsiting hjá landinum tikið sær av hesum.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi