Tíðindi: Hoyringssvar Ι 27. januar 2021
Uppskot til løgtingslóg um at fremja KT-heildarætlanina fyri undirvísingarverkið

Uppskot til løgtingslóg um at fremja KT-heildarætlanina fyri undirvísingarverkið

 

Skjal 1 - Heildarætlan fyri KT í undirvísingarverkinum 2021-2024

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag hava viðgjørt uppskotið til løgtingslóg um KT-heildarætlan fyri undivísingarverkið. Feløgini taka undir við verkætlanini. Tó eftirlýsa Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag at vinnuligi parturin av skúlaverkinum, serliga innan lærlingaútbúgvingarnar aktivt verður tikin uppá ráð. Tað er sera umráðandi at lærlingaútbúgvingarnar passa inn í KT-skipanirnar eisini. Tí eigur Yrkisdepilin at vera partur av stýrisbólkinum.

 

 

Svar frá KT-felagnum

KT-felagið hevur fingið til hoyringar uppskot til løgtingslóg um KT-heildarætlan fyri undirvísingarverkið.

 

KT-felagið tekur undir við, at Føroya Landsstýri fremur eina KT-heildarætlan fyri undirvísingarverkið. KT-felagið fegnast um at KT-infrakervið framhaldandi verður útbygt og er við til at effektivisera samfelagið.

 

Sjálvsagt hevur tað týdning at kostnaðarmetingar vera gjørdar nágreiniliga.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi