Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 01. februar 2021
Ferðavinnan flutt fleiri ár aftur í tíðina
Koronafarsóttin hevur flutt eftirspurningin í føroysku ferðavinnuni fleiri ár aftur í tíðina, og í løtuni eru lítil útlit fyri, at hesi árini kunnu heintast inn aftur í bræði

Føroyska ferðavinnan hevði væntað, at 2020 fór at gerast besta árið nakrantíð, men so kom koronafarsóttin og vendi framgongdini til eina afturgongd, ið helst fer at verða størri enn daprastu forsøgnirnar, sum vórðu gjørdar, tá ið tiltøkini at forða smittuni at spjaða seg vórðu sett í verk.

 

Tá varð mett, at í ringasta føri, fóru koronatiltøkini at varða í eitt ár. Tað var beint eftir grækarismessu 2020. Nú er skjótt eitt ár farið, og tað eru í løtuni ikki útlit fyri, at ferðavinnan fer at fáa ein vanligan gerandisdag aftur í nærmastu framtíð.

 

Almennu hjálparpakkarnir hava bøtt nakað um ringastu avleiðingarnar í ferðavinnuni, men avleiðingar­­­nar av almennu tilmælunum, sum læstu vinnurnar niður, hava verið nógv meira umfatandi enn hjálpar­pakkar­nir rukku.

 

Hagtølini fyri føroysku ferða-, gistingarhús- og matstovuvinnurnar tala fyri seg.

 

Ferðafólkatalið um flogvøllin lægri enn fyri 10 árum síðan

Í 2020 fóru næstan 180 túsund ferðafólk um flogvøllin í Vágunum. Hetta eru næstan 58% færri enn í 2019, tá ið tað fóru góð 424 túsund ferðafólk um flogvøllin. Ferðafólkatalið í 2020 var eisini umleið 20 túsund lægri enn fyri 10 árum síðan. Í 2010 fóru næstan 200 túsund ferðafólk um flogvøllin.

 

Færri gistingar á føroysku gistingarhúsunum enn í 2013

Vaksandi talið av útlendskum ferðafólkum, fram til 2019, legði stórt trýst á eftirspurningin á føroysku gistingarhúsunum. Talið av gistináttum á føroysku gistingarhúsunum vaks úr góðum 100 túsund í 2013 upp í næstan 167 túsund í 2019, og tað var tí vorðin ein stór avbjóðing at útvega hotellkømur til mongu ferðafólkini.

 

Føroyska gistingarhúsvinnan væntaði framhaldandi vøkstur komandi tíðina, og var tí í holt við stórar útbyggingar og íløgur, tá ið koronatiltøkini læstu ferðavinnuna niður. Í 2020 minkaðu gisti­nætur­nar á føroysku gistingarhúsunum niður í umleið 95 túsund. Hetta eru 43% færri enn í 2019, og eisini færri enn í 2013.    

 

Lønargjaldingarnar í gistingarhús- og matstovuvinnunum minkaðu góð 20% í 2020

Í 2020 var vøksturin í samlaðu lønargjaldingunum 2,1%, men í gistingarhús og matstovuvinnunum minkaðu lønargjaldingarnar 20,2%. Lønarafturgongdin í gistingarhús- og matstovuvinnunum er tí fleiri ferðir størri og kann ikki samanberast við nakra aðra vinnugrein í føroyska samfelagsbúskapinum.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi