Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 15. mars 2021
Samskifti kunnar seg um persónsdataverndarlógina
Fríggjadagin í síðstu viku var heimleiðistiltak hjá felagnum Samskifti. Katrin Thorsvig Hansen, stjóri á Dátueftirlitinum, var gestur.

 

Limirnir í felagnum Samskifti hava ein serstakan leiklut, tá tað ræður um viðger og ábyrgd av persónsdata. Samstundis sum at samskiftisfyritøkurnar umsita dátur vegna kundar, hava fyritøkurnar ábyrgd av egnum felag.

 

Fitt av fólki var møtt til tiltakið. Nógvir spurningar vóru settir og kjakið var lívligt. Nógv varð tosað um sonevndar kennifílur, um tíðindabrøv og upplýsingar á sosialum miðlum.

 

 

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi