Tíðindi: Inn- og Útflutningur Ι 15. mars 2021
Stóra Bretland útsett krav um heilsuváttan og marknaeftirlitsstøð
Bretska kravið um heilsuváttan fyri eitt nú fiskavørur, sum verða innfluttar til Stóra Bretlands, verður útsett frá 1. apríl til 1. oktober 2021. Bretska kravið um, at fiskavørur skulu umvegis eina marknaeftirlitsstøð, verður útsett frá 1. juli 2021 til 1. januar 2022.

Í sambandi við BREXIT varð ein tíðarætlan gjørd, sum ásetti nær ymisk nýggj krøv í s.v. innflutning til Onglands skuldu koma í gildi. Bretska stjórnin hevur nú ásannað, at tíðarætlanin var í so bjartskygd, og hevur í fráboðan frá 11. mars útsett gildiskomurnar fyri fleiri av krøvunum.

 

Fyri føroyskar fiskaútflytarar eru týdningarmestu broytingarnar hesar:

 

-   Bretska kravið um heilsuváttan og prenotifikatión fyri eitt nú innfluttar fiskavørur verður útsett frá 1. apríl til 1. oktober 2021.
-   Bretska kravið um at eitt nú fiskavørur, sum verða innfluttar til Onglands, skulu umvegis eina marknaeftirlitsstøð kemur ikki í gildi fyrr enn 1. januar 2022. Hetta krav skuldi annars koma í gildi 1. juli 2021.

 

Les meira um nýggju freistirnar her.

 

Kunning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um útflutning til og umvegis Stóra Bretland sæst her.

 

Føroysku myndugleikarnir hava enn ikki tikið støðu til, um tíðarfreistirnar verða broyttar fyri fysiskar heilsufrøðiligar kanningar av kjøtvørum, sum verða innfluttar úr Stóra Bretlandi til Føroya, men viðgera í løtuni málið.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi