Tíðindi: Handilsvinna Ι 15. mars 2021
Handilsvinnan hittir miðnámsskúlanæmingar
Handilsvinnufelagið hevur fingið í lag avtalur við Glasir og Miðnámsskúlan á Kambsdali um vitjan á skúlunum, har handilsfyritøkur fáa møguleika at kunna næmingarnar um handilsvinnuna sum yrkisleið.

Vitjanirnar verða lagdar soleiðis til rættis:  

 

Mikudagin 14. apríl 2021, kl. 12.00 til 14.00, verður vitjað á Glasi.

 

Mánadagin 19. apríl 2021, kl. 11.55 til 13.35, verður vitjað á Miðnámsskúlanum á Kambsdali.  

 

Til staðar verða næmingarnir á FHS, næmingar á triðja ári á Búskaparbreytini, umframt næmingar á fyrireikingarbreytini (HF).


Á skránni verða nakrar styttri framløgur, og næmingarnir fáa møguleika at bíleggja samrøður við luttakandi fyritøkurnar.  


Endamálið er at kunna tey ungu um møguleikarnar í handilsvinnuni sum yrkisleið.  

 

Tit kunnu sum fyritøka verða til staðar og á tann hátt fáa møguleika at heilsa upp á tey ungu, lurta eftir teirra ynskjum og greiða frá, hvat eitt arbeiði hjá tykkum fevnir um, og hvørjar møguleikar tey hava, um tey velja handil sum yrki.


Um tykkara fyritøka ynskir at vera við til tiltøkini, so ber til at boða frá luttøku við at venda sær til Vinnuhúsið, industry@industry.fo.

 

Freistin at melda til luttøku er týsdagin 7. apríl kl. 10.00.

 

Í fjør vórðu hesar vitjanir avlýstar av koronatilmælunum, men Handilsvinnufelagið ætlar at royna aftur í ár. Korona hongur framvegis sum ein hóttan yvir okkum, og fyrivarni verður tí tikið fyri, at koranatilmælini brádliga kunnu broyta ætlaðu vitjanirnar.

 

Handilsvinnufelagið fylgir til eina og hvørja tíð galdandi koronatilmælum, og rættar seg sjálvandi altíð eftir teimum fyrivarnum, sum skúlarnir annars taka í hesum sambandi.

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi